- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitan
Hitamet varð sett í fleiri londum í Evropa í summar, og í Onglandi fór hitin fyri fyrstu ferð upp um 40 hitastig í juli. Tær stóru áirnar í Evropa vóru um at torna, skógareldar herjaðu í fleiri londum, og vatntrot var nógvastaðni.
Allastaðni í Evropa royndu fólk at svala sær í ógvusliga hitanum í summar.
Hitabylgjur í Evropa eru komnar fyri fyrr, men seinastu árini eru hitabylgjur komnar títtari og títtari, og tað verður spátt, at hetta er nakað, evropearar skulu venja seg við í framtíðini.
Fylgisveinamynd, ið vísir, hvussu Evropa tornaði upp í øllum hitanum í summar
Orsøkin til hitabylgjurnar eru jetstreymarnir, máttmiklir vindar, ið ferðast høgt uppi í lofthavinum. Vanliga hevur jetstreymurin ferðast samlaður í einum belti runt knøttin, men nú vísir tað seg, at jetstreymurin, um summarið, hevur lyndi til at fara í tvey, og tað hevur ávirkan á veðurlagið í Evropa um summarið. Spátt verður, at fólk í Evropa skulu venja seg við ógvusligar hitabylgjur um summarið.
Jetstreymurin fer í tvey og "fangar" hitan í Evropa í fleiri vikur um summarið.
Lurta eftir Hanusi Kjølbro, har hann greiðir frá hitabylgjunum í Evropa í summar, og hvussu jetstreymurin er klovnaður í tvey.
Laire áin í Fraklandi tornaði upp í summar.