Hetta eru vit

Um KVFOkkara leiklutur
Hetta eru vit
Kunna teg um deildirnar í Kringvarpinum, leiðsluna og kringvarpsstýrið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.11.2021 - 14:40

Bygnaður

Kringvarp Føroya er sjálvstøðugur, almennur miðlastovnur, sum verður stjórnaður av einum stýri. Vit hava umleið 80 fólk í føstum starvi býtt á fýra deildum:

•           Aktuelt, sum veitir tíðindi og aktualitetssendingar til útvarp, sjónvarp og web

•           Fyrisitingin, ið tekur sær av fíggjarstýring, bókhaldi, spølum, søvnum og øllum starvsfólkaviðurskiftum

•           Tøkni, ið umsitur sendiútgerð, studiosendingar, ritstjórning av sendingum og KT-viðurskifti

•           Mentan, sum ger dokumentarsendingar, tilfar til børn, um tónleik og til tað átrúnaðarliga økið, skrá til sjónvarpið og teksting.


Vilt tú hava samband við eitt av okkara starvsfólkum? Finn starvsfólkayvirlitið niðanfyri. 


Leiðslan 

Katrin Petersen er virkandi stjóri í Kringvarpi Føroya. Katrin er útbúgvin journalistur og hevur verið partur av leiðsluni í Kringvarpinum síðani 1. januar 2024.

Les meira um leiðsluna í Kringvarpinum á leinkinum niðanfyri.


Kringvarpsstýrið

Til tess at tryggja meginregluna um armslongd vísir kringvarpsstjórin til eitt stýri, sum landsstýrismaðurin í mentamálum velur, at hava yvirskipaðu leiðsluna av KVF. Stýrið verður valt fyri fýra ár í senn. Niðanfyri finnur tú meiri kunning og yvirlit yvir, hvør situr í núverandi stýrinum. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238

Um kvf css