- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vísindavøka – fyrilestrar
Upphitingin av føroyskum havøki - náttúrlig ella menniskjaskapt
Bogi Hansen er professari í havfrøði og starvast sum havfrøðingur á Havstovuni. Hann hevur givið út fleiri vísindaligar bøkur og hevur fingið Náttúru- og Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins.
Bogi Hansen fer at greiða frá hitanum á Landgrunninum, ið er øktur umleið eitt stig seinastu øldina.

Vísindavøka – fyrilestrar
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.











