Tuberklarnir í Føroyum

Úr savninum: Tuberklarnir í Føroyum 2:3
05-04-2018
- føroysk røð frá 1990

Altjóða tuberkladagur var 24 mars, í tí sambandi endursenda vit røðina "Tuberklarnir í Føroyum" frá 1990. Hesaferð 2 partur av røðini. Sanatoriið. Ymisk fólk, ið vórðu sjúk av tuberklum, siga frá tíðini, tá tey vóru innløgd á Sanatoriinum. Millum teirra eru: Marita Mohr. Eyðálvur Mikkelsen. Herdis Olsen. Sigurð Berghamar. Hanna Magnussen. Nikal Thomsen fyrrv. ketilpassari. Anna Sofía Thomsen. Laura Eirikstoft, fyrrv. køksgenta. Karsten Hoydal, rithøvunda. Lagt sendingina til rættis: Dagmar Joensen-Næs og Sigrun Samuelsen.

Tuberklarnir í Føroyum

Altjóða tuberkladagur er 24 mars, í tí sambandi endursenda vit røðina "Tuberklarnir í Føroyum" frá 1990. Smittan. Tuberklasjúkan var ein stór plága í fyrru helvt av farnu øld. Flest allar familjur hava onkran, sum er deyður av hesu ringu sótt. Tuberklarnir smittaðu illa, og smittuvandin var stórur bæði á sjógvi og landi. Tíðirnar vóru ringar, og fólk livdu tætt saman. Lagt til rættis: Dagmar Joensen-Næs og Sigrun Samuelsen.

- føroysk røð frá 1990
07-05-2018
- føroysk røð frá 1990
05-04-2018
- føroysk røð frá 1990
21-03-2018