Heim, kæra heim

Heim, kæra heim lll (2:3)
26-11-2025
Tað tekur ta tíð, tað tekur. Soleiðis hevur Jan Rasmussen hugsað tey seinastu 7 árini, hann hevur umvælt heimið í Varðagøtu.

Tað tekur ta tíð, tað tekur. Soleiðis hevur Jan Rasmussen hugsað tey seinastu 7 árini, hann hevur umvælt heimið í Varðagøtu. Hetta er eitt hús, har sjálvt minstu smálutirnir hava týdning. Á Signabø búgva Eiler Fagraklett og Jan Terje Edmundson. Teir hava hvør sín stíl, tá tað snýr seg um innrætting, men hava megnað at samantvinna minimalismu og maksimalismu í hugnaliga og øðrvísi húsinum á Signabø.

Heim, kæra heim

Í "Heim, kæra heim" eru vit kring landið og vitja inni í húsum, sum á ymiskan hátt eru áhugaverd. Húseigararnir greiða frá eitt nú húsinum, innbúgvi, litum, og hví heimið bleiv júst soleiðis.

Á Leitisvegi á Glyvrum búgva Trygvi Joensen og Elsa Færø Joensen. Húsið var í 70unum eitt satt marglætishús, sum vinnulívsmaðurin Sofus Thomsen lat byggja
02-12-2025
Tað tekur ta tíð, tað tekur. Soleiðis hevur Jan Rasmussen hugsað tey seinastu 7 árini, hann hevur umvælt heimið í Varðagøtu.
26-11-2025
Tað er stórur fyrimunur at byggja hús og innrætta, tá tú ert í 60unum. Tað halda Jana Ejdesgaard Thomsen og Terji Jacobsen, sum hava sett búgv í nýmótans húsum í Liljugøtu.
19-11-2025
Í Klaksvík vitja vit Fríðin Ziskason og Duritu á Heygum, sum búgva í arkitektteknaðum húsi í Víkunum.
07-02-2025
Í Finnlandi hava tey sauna, í Norra smáttur, í Danmark kolonihavar. Í Føroyum hava vit neyst – og tey skulu ikki bara falla í órøkt, men brúkast.
30-01-2025
Í fyrsta parti av øðrum umfari av "Heim, kæra heim" verður vitjað í einum dreymahúsum í Miðvági og í eyðkendu Nólsoyarstovu í Havn, ið er heildarumvæld
23-01-2025
Í triðja og seinasta partinum í hesum umfarinum av "Heim, kæra heim" vitja vit á Mikkjalstrøð í Havn, á Velbastað og í Hvalba.
22-02-2024
Hesa ferð fara vit á gátt í einum húsum á Velbastað við suðurlendskum stíli, í einari lítlari perlu á Norðoyri og í einum arkitekt-teknaðum húsum í Gundadali í Havn.
15-02-2024
Hesa ferð vitja vit trý áhugaverd heim í Nólsoy, Syðrugøtu og á Sandi.
08-02-2024
Komandi trý hóskvøldini sleppa vit at kaga inn í ymisk býli kring landið, sum øll á sín hátt eru áhugaverd.
02-02-2024