Heim, kæra heim

Heim, kæra heim ll (3:3)
07-02-2025
Í Klaksvík vitja vit Fríðin Ziskason og Duritu á Heygum, sum búgva í arkitektteknaðum húsi í Víkunum.

Í Klaksvík vitja vit Fríðin Ziskason og Duritu á Heygum, sum búgva í arkitektteknaðum húsi í Víkunum. Ein skottryggjaður rútur, ljóðdoyvandi hurð og gullvesi er nakað av tí, sum vit finna í húsinum. Eisini síggja vit Maradona og Bon Jovi í áhugaverda heiminum.   

Eisini vitja vit í spildurnýggjum frítíðarhúsi, sum liggur við Gróthúsvatn á Sandi. Tá Eydna Justinussen og maðurin leitaðu eftir frítíðarhúsi, høvdu tey tvey krøv. Staðsetingin skuldi vera avsíðis, og húsið skuldi rúma nógvum fólkum. Tá stóra grundøkið við Gróthúsvatn var til sølu í 2023, vóru tey als ikki í iva. Her hava tey bygt eini modernað frítíðarhús við alskyns hentleikum, sum familja og vinfólk kunu njóta. 

Heim, kæra heim

Í "Heim, kæra heim" eru vit kring landið og vitja inni í húsum, sum á ymiskan hátt eru áhugaverd. Húseigararnir greiða frá eitt nú húsinum, innbúgvi, litum, og hví heimið bleiv júst soleiðis.

Á Leitisvegi á Glyvrum búgva Trygvi Joensen og Elsa Færø Joensen. Húsið var í 70unum eitt satt marglætishús, sum vinnulívsmaðurin Sofus Thomsen lat byggja
02-12-2025
Tað tekur ta tíð, tað tekur. Soleiðis hevur Jan Rasmussen hugsað tey seinastu 7 árini, hann hevur umvælt heimið í Varðagøtu.
26-11-2025
Tað er stórur fyrimunur at byggja hús og innrætta, tá tú ert í 60unum. Tað halda Jana Ejdesgaard Thomsen og Terji Jacobsen, sum hava sett búgv í nýmótans húsum í Liljugøtu.
19-11-2025
Í Klaksvík vitja vit Fríðin Ziskason og Duritu á Heygum, sum búgva í arkitektteknaðum húsi í Víkunum.
07-02-2025
Í Finnlandi hava tey sauna, í Norra smáttur, í Danmark kolonihavar. Í Føroyum hava vit neyst – og tey skulu ikki bara falla í órøkt, men brúkast.
30-01-2025
Í fyrsta parti av øðrum umfari av "Heim, kæra heim" verður vitjað í einum dreymahúsum í Miðvági og í eyðkendu Nólsoyarstovu í Havn, ið er heildarumvæld
23-01-2025
Í triðja og seinasta partinum í hesum umfarinum av "Heim, kæra heim" vitja vit á Mikkjalstrøð í Havn, á Velbastað og í Hvalba.
22-02-2024
Hesa ferð fara vit á gátt í einum húsum á Velbastað við suðurlendskum stíli, í einari lítlari perlu á Norðoyri og í einum arkitekt-teknaðum húsum í Gundadali í Havn.
15-02-2024
Hesa ferð vitja vit trý áhugaverd heim í Nólsoy, Syðrugøtu og á Sandi.
08-02-2024
Komandi trý hóskvøldini sleppa vit at kaga inn í ymisk býli kring landið, sum øll á sín hátt eru áhugaverd.
02-02-2024