Ann Leivsgarð er sjáldan í frið. Innan frisørfakið er hon viðurkend, og tá hon ikki ferðast runt heimin fyri at undirvísa, starvast hon í egnari salong í miðbýnum í Keypmannahavn. Sjarma, sjálvsálit og lekkurt hár er ein heimildarfilmur um um lívið hjá Ann Leivsgarð.
Á matarskránni hesa ferð eru alskyns fruktir úr einum drívhúsi í Porkeri, meksikanskt tacos burtur úr neytatungu úr Skálavík og mjólkakefir úr Havn.
- beinleiðis landsinnsavning hjá Krabbameinsfelagnum
Í sendingini hitta vit nøkur av teimum, sum hava havt barsilsdeyðan heilt tætt inn at lívinum.
Jóhanna Norðberg Niclasen, kend sum Sissal, vann danska Melodi Grand Prix 2025 og fekk Danmark í Eurovision-finaluna fyri fyrstu ferð síðani 2019. Dokumentarurin fylgir henni av Oyrasundi á stóra pall í Basel.
Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens verður latin trimum fólkum, ið verða hildin at hava bókmentaligt og mentanarligt virði. Virðisløn verður latin fyri fagurbókmentaligt verk, fyri yrkisbókmentaligt verk og fyri annað mentanaravrik.
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
KAKUMiKS er bakikapping, har 16 børn, tvey á hvørjum liði, fara at baka kakur og kappast ímóti hvørjum øðrum. Tey mugu brúka alla sína vitan og góða handverk fyri at koma heilt til finaluna.