Trimpil

Trimpil (1:5)
09-08-2018
Sending við smávísindaligum søgum, sum fólkalívsfrøðingurin Jóan Pauli Joensen hevur savnað. Fyrsti partur er um Panum og lívið í Føroyum í 1846

Danski læknin Panum varð í 1846 sendur til Føroya, at hjálpa til, tí meslingarnir gingu ringir. Sjúkan var farin um alt landið og tey sum vóru ringast fyri doyðu.

Panum gjørdi eitt slóbrótandi arbeiði í Føroyum. Hansara gransking vísti, at smittan var luftborin og hann var, sum ein tann fyrsti í heimum, ið skilti og kundi siga fólki nágreinliga, at tað fóru at ganga umleið 12 dagar, frá tí tey vóru smittað til tey gjørdust sjúk. Tað sum í dag er kent sum tilgerðartiðin ella inkubatiónstíðin.

Hann gjørdist heimskendur fyri hansara slóbrótandi gransking í Føroyum.

Panum skrivaði alt niður sum hann upplivdi og sá í Føroyum. Og í hesi sending viðgera vit ikki hansara læknayrki ella meslingarnar, men hyggja við fólkalívsfrøðisligum brillum at øllum tí, sum hann upplivdi og sá hvussu fólk livdu.

 

Føroyingar livdu av tí náttúran gav og pengar vóru ikki nógvir, men Panum kundi staðfesta at teir gjørdust millum elstu fólk í heiminum. Mynd úr bókini Maðkur, mykja, trimpil, betong og madrassa

 

Brotini ið lisin vera, eru úr bókini "Maðkur, mykja, trimpil, betong og madrassa", sum Jóan Pauli Joensen hevur latið úr honum.

 

Myndin er úr bókini, Maðkur, mykja, trimpil, betong og madrassa.

 

Trimpil

Saman við fólkalívsfrøðinginum, Jóan Paula Joensen, gjøgnumganga vit ymiskar søguligar tekstir, við fólkalívsfrøðisligum brillum. Tosað verður í sendingini um messlingaritgerðina hjá Panum frá 1947. Røðuna sum A. Jógvansson helt í føroyingafelaginum í Keypmannahavn í 1900 og um bókina Føroysk Hús, um Hans W. Tórgarð gav út í 1932.
Sending við smávísindaligum søgum, sum fólkalívsfrøðingurin Jóan Pauli Joensen hevur savnað. Hesuferð umrøða vit húsalýsingar og húsbúnað í 30unum
07-09-2018
Sending við smávísindaligum søgum, sum fólkalívsfrøðingurin Jóan Pauli Joensen hevur savnað. Í hesu sending umrøða vit bókina Føroysk Hús frá 1932
30-08-2018
Sending við smávísindaligum søgum, sum fólkalívsfrøðingurin Jóan Pauli Joensen hevur savnað. Seinni partur um røðuna sum A. Jógvansson helt í 1900
16-08-2018
Sending við smávísindaligum søgum, sum fólkalívsfrøðingurin Jóan Pauli Joensen hevur savnað. Fyrsti partur er um Panum og lívið í Føroyum í 1846
09-08-2018