Súrligar nætur

Súrligar nætur: Ein túr í Scientology og bei Skarv
11-06-2024
P11
Vit hava sagt bei við Skarv, verið í Scientology, sæð drama á netinum, lurta eftir Amatøroyum og fingið ein gest

Í dagsins parti tosa vit um kvøldið, tá ið Skarv lat aftur. Nógv glað fólk samlaðust, og í millum tey var dagsins gestur. Hann er ein fittur 'crossfittari', etur ofta úti og hevur langt hár. Dagsins gestur er Rólant Waag Dam, journalistur fyri Frihedsbrevet.

Sjálvt um Skarv hevur fylt nógv í seinastuni, so fer sendingin ikki bert at snúgva seg um tað. Prátað verður eisini um, tá ið Rólant búði niðri og valdi Oyrasundsskúlaheimið frá. Hetta kennir David til.

Nógv av okkum kenna Amatøroyar, sum brádliga vaknaðu aftur. Vit práta um teir, og um tað, sum teir siga um Frihedsbrevet, tí er tað sjálvfeitt at siga, at mann er sjálvfeitur?

Og eftirsum vit gleðast um, at teir hava gjørt ein nýggjan part, so spæla vit eitt spæl av "Hetta skal steðgast", sum er ein setningur, ið teir ofta siga.

Eisini hevur Rannvør verið í Scientology, men væntaði ikki, at tað var so, sum hon upplivdi tað.

Súrligar nætur

Súrligar nætur er útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og Danmark. Tey viðgera evni, sum ung tosa um sínámillum, viðgera ymiskt, tey hava sæð á netinum, og so halda tey seg ikki aftur við at prika til hvønn annan og onnur.  Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir leggja til rættis
Norðskáli, vitlíki, sjónleikur, Anna, Pætur og matur
17-07-2024
Hýtir, festivalar, okkara "check-listi", kuffert, rúsdrekka, timburmenn og Pál Weihe
16-07-2024
Øl, bryggjarí, taxa og nørdasligt ølprát
11-07-2024
Sitrón í hárið, klædna- og hárráð, nei til sokkar ið koma til øklarnar og "for lidt og for meget"
10-07-2024
"Steroidir", venjing, Silvurdrongurin dyppar og summarstemmningur
09-07-2024
Festibóndi, pannukøkur, summarhitt og rocktail, so verður tað ikki betri
04-07-2024
Vit eru kreativ; skriva ein sang og yrkingar, finna eitt nýtt summarhitt og lurta eftir góðum tónum
03-07-2024
Ársins summarhitt, ferðafólk rógva, Svend dámar einki at dyppa, men er tvungin at dyppa og ferðavinnan heima í Føroyum
02-07-2024
Nicki Minaj dugir ikki klokkuna, á Facebook eru óteljandi nógvir bólkar, at detta av súkkluni, røringsangist og kroppar
18-06-2024
Vit hava sagt bei við Skarv, verið í Scientology, sæð drama á netinum, lurta eftir Amatøroyum og fingið ein gest
11-06-2024
"Braceface", nýtt norskt hit, Justin Bieber hevur kanska verið í Føroyum, eitt gamalt spæl, og kann mann alt tá ið mann er stakur?
14-05-2024
Børsen brennur, Notre Dame í Føroyum, Scientology, Sement og ítriv
30-04-2024