Súrligar nætur

Súrligar nætur: Karl Weihe elskar stórar rumpur
13-03-2024
P6
Føroyski luttakarin í Paradise Hotel er millum evnini, sum verða umrødd í hesum parti av Súrligum náttum.

Bárður, David og Rannvør eru, eins og reality-stjørnan Karl Weihe, tjekkað inn á Paradise Hotel Norge. Í partinum tosa tey um hann, og hvussu hann hevur klárað seg higartil. Tey meta eisini um, um hann kann loyva sær at kalla seg tónleikara, model og stjørnu í Danmark. David, sum tann upplýsandi persónurin hann er, hevur tikið nakrar hendingar við í sendingina, sum hann vil lufta við hinum báðum. Og nógv hendir í Føroyum, bæði FMA og ein íspunnin søga um Johan Dahl, sum møguliga gevur honum heitið “Daddy Dahl”.

Súrligar nætur

Súrligar nætur er útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og Danmark. Tey viðgera evni, sum ung tosa um sínámillum, viðgera ymiskt, tey hava sæð á netinum, og so halda tey seg ikki aftur við at prika til hvønn annan og onnur.  Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir leggja til rættis
Norðskáli, vitlíki, sjónleikur, Anna, Pætur og matur
17-07-2024
Hýtir, festivalar, okkara "check-listi", kuffert, rúsdrekka, timburmenn og Pál Weihe
16-07-2024
Øl, bryggjarí, taxa og nørdasligt ølprát
11-07-2024
Sitrón í hárið, klædna- og hárráð, nei til sokkar ið koma til øklarnar og "for lidt og for meget"
10-07-2024
"Steroidir", venjing, Silvurdrongurin dyppar og summarstemmningur
09-07-2024
Festibóndi, pannukøkur, summarhitt og rocktail, so verður tað ikki betri
04-07-2024
Vit eru kreativ; skriva ein sang og yrkingar, finna eitt nýtt summarhitt og lurta eftir góðum tónum
03-07-2024
Ársins summarhitt, ferðafólk rógva, Svend dámar einki at dyppa, men er tvungin at dyppa og ferðavinnan heima í Føroyum
02-07-2024
Nicki Minaj dugir ikki klokkuna, á Facebook eru óteljandi nógvir bólkar, at detta av súkkluni, røringsangist og kroppar
18-06-2024
Vit hava sagt bei við Skarv, verið í Scientology, sæð drama á netinum, lurta eftir Amatøroyum og fingið ein gest
11-06-2024
"Braceface", nýtt norskt hit, Justin Bieber hevur kanska verið í Føroyum, eitt gamalt spæl, og kann mann alt tá ið mann er stakur?
14-05-2024
Børsen brennur, Notre Dame í Føroyum, Scientology, Sement og ítriv
30-04-2024