- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á quiztinum
Í stóru finaluni, sum fór fram í arkitektonisku perluni hjá Musikkskúlanum í Vágum, nevniliga Gamla Skúla í Sørvági, varð lagt út við samrøðu við Jákup á Stongum, arkitekti, sum hevur teknað framúrskarandi samanrenningina millum Gamla Skúla og nýggja bygningin, sum Jákup eisini hevur teknað. Síðani hittu vit leiðaran fyri Musikkskúlan í Vágum, Eirikur Skála, samstundis sum tríggir næmingar meistarliga framførdu hvør sítt stykki. Fyrst var tað 9 ári gamli Aron á Borg Holgarson, ið spældi klaver, síðani 12 ára gamla Anna Sofía Hentze, ið spældi kornett, meðan Holgar Johannesen, musikskúlalærari, spældi klaver, og seinasti næmingurin var Ranja Maria Tórfinsdóttir, ið er 14 ár og spældi tvørfloytu. Eisini her spældi Holgar undir.
Og síðani varð skjøtil settur á spennandi finaluna millum blaðstjóran á Norðlýsinum, Jóhann Lutzen, og Emil Lisberg Jacobsen, kringvarpsmann, við annað borðið, og prestarnar Marjun í Kálvalíð og Bergtór Hjelm Bjarkhamar við hitt borðið.
Tú kanst hoyra spennandi og fjølbroyttu finaluna her!