Nert ikki við
Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.
Vit nerta við ung og búskap
Vit tosa við Annu Margit Gotved Petersen og Rókur Olsen um teirra búskaparligu viðurskifti og hvussu tað ávirkar tey.
Síðani tosa vit við Hera á Rógvi og Hera Joensen, búskaparfrøðingar og eigarir av fyritøkuni Lóður, um búskaparligu viðurskiftini millum ung og hvussu vit eru endaði her.
Vit nerta við barnaheim
			<description>Vit tosa við Ingu Toftegaard um hennara søgu á barnaheiminum og í fosturfamilju.
Vit vendu okkum til Barnaverndina, ið ikki svaraði aftur áðrenn freistina og hava tí ikki nakað fakligt sjónarmið í dag.
Vit hava valt at senda partin kortini, tí vit halda tað er týdningarmikið at Inga sleppur at siga sína søgu.
Í sendingini í dag tosa vit m.a. um kynsligan ágang og sjálvmorð. Um tú stríðist við hetta, kann tað vera hent ikki at lurta.
Og um tú stríðist ella kennir onkran, ið stríðist, so er hjálp at heinta. Umframt at tosa við vinir ella avvarðandi, ber til at fáa professiónella hjálp hjá eitt nú kommunulækna ella vaktlækna á telefon 1870. Tú kanst eisini fáa sálarfrøðiliga hjálp ella royna kjattráðgevingina hjá Sinnisbata. Ung fólk kunnu eisini leita sær hjálp og vegleiðing hjá Tú og Eg ráðgevingini hjá Barnabata á telefon 116111.
Vit nerta við vaksin og skermar
			<description>Í dag nerta vit við vaksin og skermar.
Vit tosa við Turið Teitsdóttir um hennara skermnýtslu, bæði sum einstaklingur og mamma.
Síðani práta vit við Daisy Iversen og Súsannu í Króki úr SSP, um hvussu skermnýtslan hjá vaksnum sær út og hvørja ávirkan hon hevur.
Vit nerta við ótrúskap
			<description>Vit tosa við Bergtórur H. Bjarkhamar, prest, og Jónleyg Djurhuus, antropolog, um hvat ótrúskapur er og hvørjar tankar tey hava um evnið. Síðani virkar Bjørt bæði sum sexologur og vertur í sendingini í dag.
Í partinum í dag hava vit valt ikki at hava nakað persónligt sjónarmið, men heldur fordjúpa okkum í hvat ótrúskapur merkir og hvørjar hugsanir vit hava um tað.
Vit nerta við føðitunglyndi
			<description>Vit tosa við Vígdis Skorheim um hennara søgu við føðitunglyndi.
Síðani tosa vit við Sanne Storm, tónleikaterapeut, um hvat føðitunglyndi er og hvussu man viðgerð fyri tað.
Vit nerta við veðurlagsótta
			<description>Vit tosa við Kolbrún í Haraldsstovu, plantuvistfrøðing og deildarleiðara á plantufrøði deildini á Tjóðsavninum um hennara upplivingar við veðurlagsótta.
Síðani tosa vit við Gitte Klein, sálarfrøðing, um hvat veðurlagsótti er og hvussu man viðgerð fyri tað.
Vit nerta við autismu
			<description>Vit tosa við Silviu Olsen um hennara upplivingar við autismu.
Síðani práta vit við Barbaru Krossteig, ið eisini hevur autismu og somuleiðis starvast á einum bústovni við fólki, ið hava sálasjúku og sosialar avbjóðingar.
Vit nerta við ættleiðing
			<description>Í dag nerta vit við ættleiðing.
Vit tosa við Mariu Daisy Konradsdóttir, ið er ættleidd úr India og kom til Føroya sum heilt lítil.
Síðani práta vit við Moniku Hjelm Rasmussen, leiðara á Familjufyrisitingini.
Vit nerta við persónleikaórógv
			<description>Nert ikki við vendur aftur gjøgnum summarið aftaná eitt ár í dvala og í dag nerta vit við persónleikaórógv.
Vit snakka við Albertu Mc. Leod Jacobsen, sersálarfrøðing á Barna- og ungdómspsykiatriini, um hvat persónleikaórógv er og hvussu man útgreinar fyri tað.
Síðani tosa vit við Marin Magnusardóttir Østerø, námsfrøðing á Bú- og viðgerðarstovninum Hornið, um hvussu tey arbeiða við fólki við persónleikaórógv á stovninum.
Fyri fyrstu ferð hevur tað ikki borið til at finna eina persónliga søgu. Vit tosaðu við fleiri, ið ynsktu at úttala seg men í síðsta enda ikki tordu, tí tey vóru bangin fyri stigmaðinum. Tað týður tó á, at vit hava rakt okkurt og tí halda vit tað er týdningarmikið at tosa um, hví tað er so. 
Vit nerta við stigma og fordómar á Altjóða Sálarheilsudegnum
			<description>Í dag heiðra vit Altjóða Sálarheilsudagin 2024. Í tí sambandi senda vit frá Smæruni í Havn, har ið vit nerta við høvuðsevnið í ár, ið er stigma og fordómar anno 2024.
Vit tosa við Bjørk Ellindsdóttir Frýdal um hennara uppliving og viðgerð á psykiatriska deplinum fyri ocd og etingarólag.
Síðani tosa vit við Annu Kristinu Niclasen, sjúkrarrøktarfrøðing á lukkaðari deild á P40. Vit tosa um hvørjar fordómar hon hevði um psykiatriina, áðrenn hon fór í starv, og hvussu hon upplivir tað at arbeiða har nú.
Vit nerta við einsemi í skipanini
			<description>Í dag nerta vit við einsemi í skipanini. Hetta er eisini seinasti parturin í hesum umfari. Hvussu er at leita sær sálarliga hjálp í almennu skipanini í Føroyum? Hvussu ávirkar tað okkum, tá ið vit ikki kenna, at vit fáa tað hjálp, ið vit hava tørv á?
Vit snakka við Brynhild Bláhamar, ið hevur verið í skipanini sum mamma at barni, ið stríðist sálarliga.
Síðani tosa vit við Elisabeth Gaard og Ninu Mikkelsen frá Sernám um teirra leiklut í skipanini og um hvussu tey vanliga bera seg at, tá ið tey skulu viðgera eina sak um eitt barn, ið stríðist sálarliga.
Vit nerta við einsemi
			<description>Í Danmark snakka tey um einsemi sum eina epidemi. Ein kanning frá 2021 vísir at 27% av monnum og 34% av kvinnum føla seg einsamøll. Í dag nerta vit við einsemi.
Vit snakka við Annu Sofíu Holm Skoradal um hennara upplivingar við einsemi.
Síðani tosa vit við Annu Mettu Greve Klementsen um m.a. hvussu man sum prestur arbeiður við einsemi og eisini hví so nógv føla seg einsamøll í dag.
Vit nerta við arkitektur, list og sálarheilsu
			<description>Í dag nerta vit við arkitektur, list og sálarheilsu. Vit tosa um hvussu arkitekturur og list kann ávirka okkara sálarheilsu og hvat er týdningarmikið at hugsa um, tá ið vit velja hvussu psykiatri og annað skal síggja út. Vit tosa m.a. um nýggja H-bygningin. Kann opinleiki skapa stigma?
Hetta er ein eitt sindur øðrvísi partur, tí í dag hava vit einki persónligt sjónarmið, men tvey faklig sjónarmið.
Vit snakka við listakvinnu Guðrið Poulsen og arkitekt Jóannes B. Lamhauge.
Vertir eru Anna Joensen-Næs og Bjørt Lind
Vit nerta við at bera brek
			<description>Í dag nerta vit við at bera brek.
Vit tosa við Eydnu Mouritsen, ið kemur at tosa um henna persónligu uppliving við at sita í koyristóli og bera brek.
Síðani tosa vit við Ruth Thomsen, ið í dag eisini er okkara persónliga og fakliga sjónarmið. Ruth er nemliga blind og arbeiðir á Sjóndeplinum, har ið hon tosar við onnur, ið eisini hava mist sjónina.
Vit nerta við psykosu
			<description>Ofta setist psykosa í samband við ógvusligar ræðufilmar og kann kennast "svakligt". Vit spyrja nú, hvat ein psykosa í veruleikanum er og kann innibera. Í dag nerta við við psykosu.
Vit snakka við Kaiu Poulinu Norðberg um hennara persónligu upplivingar við at hava havt psykosur.
Síðani tosa vit við Ragnar Djuurhus Hammer, yvirlækna á psykiatrisku deild, um hvat ein psykosa er og kann innibera.
Vit nerta við mannfólk og sálarheilsu
			<description>Í dag nerta vit endiliga við mannfólk og sálarheilsu. Hetta evnið hevur fylt nógv í øðrum pørtum, men vit hava aldrin gjørt ein heilan part um evnið enn.
Vit tosa við Dan Helga í Gong og Brandur Kallsberg um tað at vera ungur maður í dag og teirra upplivingar við kenslum og sálarheilsu.
Síðani snakka vit við sálarfrøðing Suna Poulsen, ið hugleiðir um evnið útífrá einum sálarfrøðiligum sjónarmiði.
Vit nerta við sexismu
			<description>Seinastu árini hevur nógv verið tosað um sexismu í ymiskum høpi. Fyri árum síðani byrjaði rørslan "Me Too", ið setti gongd á eitt størri kjak, ið fylgdi við sær at kvinnur kring allan heimin stillaðu seg fram og fortaldu um sínar persónligu upplivingar við sexismu. Fyri tíð síðani kom heimildarrøðin "Sexisme i musikbranchen" út á DR, har ið kvinnuligir tónleikarar í Danmark stillaðu seg fram og fortaldu um sínar persónligu upplivingar við sexismu í tónleikavinnuni. Vit spyrja nú, hví kjakið virkar til at vera eyka eymt her heima í Føroyum. Í dag nerta við við sexismu.
Vit snakka við Rannvør Fríðu Eyðunsdóttir, útvarpsvert og lesandi, um hennara persónligu upplivingar við sexismu í almenna rúminum.
Síðani tosa vit við Bjørk Mariu Kunoy, fráfarandi forkvinnu í Javnstøðunevndini, um hvat sexisma er, hvussu keðiligar viðmerkingar og upplivingar kunnu ávirkað okkum og hví evnið er týdningarmikið at tosa um í Føroyum.
Vit nerta við trúgv og sálarheilsu
			<description>Í dag nerta vit við trúgv og sálarheilsu.
Vit snakka við tveir ungdómar, Saru Johansen Christansen, ið er muslim, og Róa Sørensen, ið er kristin, um hvussu teirra trúgv ávirkar teirra sálarheilsu.
Síðani tosa vit við Derhard Jógvansson, prest, ið snakkar um hvussu man arbeiður við og snakkar um sálarheilsu sum prestur. Eisini fortelur hann um nýggju kjatt ráðgevingina hjá prestunum, salarrokt.fo.
Vit nerta við infertilitet
			<description>Fleiri og fleiri kvinnur fáa viðgerð fyri barnloysi. Í sendingini í dag snakka vit við eina av teimum, Hanna-Mai Elinardóttir Heldarskarð. Hanna-Mai fortelur um viðgerðina og hvussu hon hevur ávirkað hana.
Síðani tosa vit við tveir serfrøðingar. Fyrst kemur lækni í kvinnusjúkum, Katrin Kallsberg, at fortelja um viðgerð fyri barnloysi. Síðani kemur Turið Hermannsdóttir, phd í antropologi at snakka um móðurskap.
Vit nerta við at vera foreldur anno 2024
			<description>Hvat inniber tað at vera foreldur anno 2024? Hvussu hevur foreldraskapur broytt seg gjøgnum árini? Kann man siga, hvat eitt gott foreldur er? Nert ikki við er aftur og í dag nerta vit við at vera foreldur anno 2024.
Kann tað passa? Nert ikki við vendir nú aftur úr dvala aftaná eitt ár við háskúlaferð og øðrum verkætlanum. Og vit hava glett okkum sum smábørn.
Í fyrsta parti av øðrum umfari av nert ikki við, nerta vit við at vera foreldur anno 2024. Vit hoyra søguna hjá 3 ymiskum foreldrum um, hvussu tey uppliva tað at vera foreldur í dag. Persónligu sjónarmiðini eru Annika S. Vang, sammóðir, Eivind Eysturoy, pápi, ið hevur tikið longri barsil við sínum børnum, og Bergljót Debes Hentze, mamma og omma. Síðani tosa vit við Eriku Anne Hayfield, PhD og lektari í samfelagsvísindum, um hvussu foreldraskapur hevur broytt seg gjøgnum árini og avbjóðingarnar við at vera foreldur í dag.
Vit nerta við framtíðina í psykiatriini
			<description>Í dag nerta vit við framtíðina í psykiatriini.
Og vit anda út. Í dag er nemliga síðsti partur áðrenn summarfrítíðina. Til síðsta partin í hesum umfari nerta vit við framtíðina í psykiatriini.
Hesin parturin er eitt sindur øðrvísi. Í einum longri kjaki, hugleiða vit báðir vertirnir og tey bæði fakligi umboðini, Ragnar Djurhuus Hammer, psykiatari og yvirlækni á vaksnadeildini í psykiatriini, og Andrias Hansen, starvsfólk í Fountainhúsinum, um evnið.
Vit tosa um hvussu ein viðgerðarætlan kann síggja út á psykiatriska deplinum, um sálarliga hjálpin á psykiatriska deplinum er nøktandi, um nýggja sjúkrahúsið, ið er ávegis, hvat rætti javnvágurin er millum medisinska- og sálarliga viðgerð o.s.fr. Í dag fevna vit breitt. Vit nerta við alt tað, ið kundi broytt seg framyvir. Vit hugleiða síðani um farnu partarnir. 
Vit nerta við at vera avvarðandi
			<description>Í dag nerta vit við tað at vera avvarðandi at einum við sálarsjúku. Hvussu kennist tað at standa á síðulinjuni? Verða tey avvarðandi gloymd í viðgerðarætlanini hjá tí, ið er sjúkur?
Vit tosa við Anniku Akraberg Durhuus um, hvussu tað er at vera avvarðandi, tá ein í nærmastu familju stríðist sálarliga. Vit hoyra um knappligu broytingina, ið broytti lívið hjá henni og familju hennara. Um kensluna av, at allatíð føla, at hon skuldi ganga á tá og vera bangin fyri at siga nakað skeivt. Um prikandi skuldarkensluna av, at viðkomandi var sjúkur, hóast hon innast inni visti, at tað ikki var hennara skyld. Síðani um eina ringa uppliving hjá skúlasálarfrøðingi, har ið hon fekk at vita, at hon bert var eitt grenj og skuldi taka seg saman. Vit hoyra um, hvussu hetta setti síni spor.
Síðani tosa vit við Róu Midjord, bólkaleiðara í avvarðandi bólkunum “Time Out” hjá Sinnisbata, heilsurøktara í Sosialpsykiatriini og gestaltterapeut, greiða frá bólkunum í Sinnisbata og hvussu teir eru skipaðir. Síðani um tað at vera avvarðandi og hvussu tað hjálparloysi, ið fleiri avvarðandi kenna, kann ávirka ein. Vit hoyra síðani hvør hjálp er best til avvarðandi.
Vit nerta við PTSD
			<description>Ofta verður PTSD sett í samband við hermenn, ið venda aftur frá kríggi. Men eru tað bert teir, ið kunnu hava PTSD? Hvat er PTSD?
Vit tosa við Maibritt Marjunardóttir um, hvussu tað var, at vera um at missa sítt barn. Vit hoyra um, hvussu hetta setti síni spor hjá henni og familju hennara. Síðani hvussu eitt parlag mentist til tvey brotin menniskju, sum ístaðinfyri at hjálpa hvørjum øðrum í svárastu tíðini, gjørdust størstu fíggindarnir hjá hvørjum øðrum. Hvat gert tú sum foreldur, um tú ikki longur klárar at halda øllum inni?
Síðani hoyra vit Suna Poulsen, sálarfrøðing, greiða frá merkingini av PTSD á ein nýggjan hátt. Vit hoyra um, hvussu týdningarmikið tað er at viðurkenna tær kenslurnar, ið tann útsetti situr við. Samrøðan fór síðani eitt sindur víðari í eitt annað spor, har ið vit komu inn á viðgerð og psykiatri. Hvussu hjálpa vit teimum, ið stríðast, á besta hátt? Ger núverandi føroyska psykiatriin tað nóg gott?
Vit nerta við psykiatriina
			<description>Tanja Haraldsdóttir Sleire greiðir frá, hvussu tað er at vera knýttur at vaksinpsykiatriini. Hvussu hon bleiv útgreinað í Danmark, hvørji viðgerð hon fær og hvat hon vildið ynskt, at hon fekk bjóðað.
Carol Symphor er sálarfrøðingur í Barna- og ungdómspsykiatriini. Hon fortelur, hvussu deildin er bygt upp, hvørjir fakbólkar arbeiða har og hvussu ein útgreining kann síggja út.
Anna Joensen-Næs og Bjørt Lind eru vertir.
Vit nerta við borderline
			<description>Í dag nerta vit við sálarsjúkuna BPD ella borderline, ið er eitt skag av persónleikaórógvi.
Ofta verður borderline sett í samband við ógvusligar filmar, har ið høvuðspersónurin við sjúkuni verður sæddur sum "tann óndi". Men hvat er borderline veruliga?
Vit tosa við Dulcineu Gala um hennara persónligu søgu, og hvussu tað er at standa mitt í rokanum, nú hon júst hevur fingið staðfest borderline. Vit hoyra um, hvussu sjúkan hevur ávirkað hennara lív, um traumatiskar upplivingar og fánaði vinarbond. Síðani tosa vit um, hvussu tað var at vera øðrvísi, og at reagera upp á ógvusligar mátar, ið hon ikki sjálv skilti. Og um skuldarkensluna aftaná.
Eftir tað hoyra vit Oddbjørg Johansen, sjúkrasystir og útbúgvin í kognitivari atgerðarterapi, DAT og ACT, og somuleiðis leiðari á Bú- og viðgerðarstovninum Stoffalág 35. Hon greiðir frá merkingini av borderline, um Bú- og viðgerðarstovnin Stoffalág 35, og hvørjar hættir, tey nýta at hjálpa teimum, ið eru innløgd. Síðani um ógvusligar niðurtúrar, ið borderline kann føra við sær, og hvussu man í støðuni hjálpur einum, ið stríðist við hesum, best.
Vit nerta við vinarbond
			<description>Í dag nerta vit við vinarbond. Vit nerta við, í hvønn mun tað hevur týdning fyri okkum at hoyra til og at kenna okkum sædd. Vit hoyra um tey fánaðu vinarbondini, ið settu síni spor.
Síðani hugleiða vit um einsemi, og um man kann kenna seg einsamallan, hóast man hevur vinfólk kring seg.
Vit tosa við Oddfríð Marna Rasmussen og Femju Poulsen um teirra upplivingar við vinarbondum og felagsskapum.
Vit hoyra um alt frá einum fánaðum vinarbandi, har ið Femja sat eftir við spurninginum: "hvat er galið við mær?", til hvussu týdningarmikið tað hevur verið hjá Oddfríði at finna frið í einseminum.
Til fakliga sjónarmiðið greiðir Ivonna A. S. Johansen, námsfrøðingur, frá um góðu ávirkanina, ið vinir og felagsskapir hava á okkara heilsu sum heild, og hvussu vit heilt frá tá vit eru smábørn hava ein tørv á at hoyra til.
Vit nerta við munin millum sálarsjúku og mistrivna
			<description>Í dag nerta vit við munin millum sálarsjúku og mistrivnað.
Her er hent at vísa á danska hugtakið "diagnosesamfund", ið lýsir, hvussu okkara hugsan um sálarsjúku hevur broytt seg seinastu árini. Veruleikin er, at tað eru nógv fleiri í dag, ið fáa staðfest sálarligar diagnosur enn fyrr. Fleiri og fleiri leita sær hjálp, við vón um at fáa svar á sínar líðingar. Her eru sálarligar diagnosur ein háttur at bæði skilja sínar trupulleikar og at koma til sættis við, hvat ið er galið, fyri síðani at kunna fáa tað betri. Við eini diagnosu er vón fyri framman.
Men er tað heila so einfalt, og eru sálarligar diagnosur altíð rættað loysnin? Ella er talan heldur um mistrivna í summum førum? Nýtist tað at fara so langt út?
Vit tosa við Hananju Háberg, ið kortsíðani hevur fingið staðfest ADHD, um hvussu diagnosan hjálpti henni at skilja seg sjálva. Vit hoyra um, hvussu hennara veruleiki broytti seg, aftaná hon fekk staðfest diagnosuna.
Síðani tosa vit við Jákup Joensen Eskildsen, ið fortelur um eitt tíðarskeið í sínum lívi, har ið hann ikki hevði tað so gott.
Serfrøðingurin hesaferð er Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur og Phd. Annika hevur m.a. gjørt eina kanning um ung og trivna, ið hon greiðir frá um. Síðani hugleiðir hon um tað ljósið, sum í dag verður varpað á sálarheilsu. Er ov nógv fokus á sálarheilsu?
Vit nerta við sjálvmorð
			<description>Vit byrja við eini ávaring: 
Prátið í dagsins parti kann ávirka fólk, ið hava sjálvmorðstankar ella eru sjálvmorðshótt. Um tú stríðist ella hevur onkran tætt at tær, ið stríðist, ber til at tær professionella hjálp. Umframt at tosa um kenslurnar, ber til at fáa hjálp hjá eitt nú kommunulækna ella vaktlæknanum á telefonnummar 1870. Tú kanst eisini fáa sálarfrøðiliga hjálp ella royna kjattráðgevingina hjá Sinnisbata. Ung fólk kunnu eisini seta seg í samband við Tú og Eg Ráðgevingina hjá Barnabata á telefonnummar 116111.
Hagstova Føroya vísir á, at tølini fyri sjálvmorð í Føroyum seinastu tíggju árini eru 28 menn og fýra kvinnur. Síðani upplýsa tey at fyri hvørt sjálvmorð er talan um umleið tíggju sjálvmorðsroyndir.
Í partinum í dag tosa vit við Óluvu Jóhannu Sárudóttir um at vera avvarðandi at sínum besta vini og sjeiki, ið setti punktum við lívið sum heilt ungur. Vit hoyra um, hvussu hetta ávirkaði hana, og um kensluna av ikki at vita, hvat ið hon skuldi gera við seg sjálva aftaná hendingina, og hvussu hon skuldi koma víðari. 
"Tað er ikki farin ein dagur, har ið eg ikki havi hugsað um hann. Mann gongur framvið eitt stað, har ið vit plagdu at møtast og hugsar um hann, Steinatún ella har, ið hann plagdi at bíða eftir náttarbussinum", greiðir Óluva Jóhanna frá.
Síðani greiðir Rannvá Sloon Jørgensen, sálarfrøðingur og fyrrverandi leiðandi sálarfrøðingur á vaksnapsykiatriini, frá um fakliga sjónarmiðið á sjálvmorð, og hvussu umfatandi hetta er.
Vit nerta við sálarligan harðskap
			<description>Tá ið mann tosar um harðskap í parløgum, verður ofta fokuserað á kropsligan harðskap. Men hvat vita vit um harðskapin, ið vit ikki síggja, nemliga sálarligan harðskap, og hvussu er tað at liva við einum, sum fremur sálarligan harðskap?
Vit tosa við Barbaru M. Solmunde um hennara søgu, og hvussu tað var hjá henni at vera í parlagi við einum, sum framdi sálarligan harðskap ímóti sær. Hví endaði hon tað ikki, og fór avstað?
Til fakliga sjónarmiðið tosa vit við sálarfrøðing Svannu Jákupsdóttir um, hvat sálarligur harðskapur er, her m. a. um enska hugtakið "gaslighting".
Vit nerta við eldri og sálarheilsu
			<description>Í dag nerta vit við eldri og sálarheilsu, í hesum førinum eldri yvir pensiónsaldurin.
Sambært heimsheilsustovninum WHO líða 15% av eldri av eini sálarligari sjúku, m.a. demens. Somuleiðis vita vit, at sjálvmorðstíttleikin er dupult so høgur millum eldri yvir 65 ár enn hjá yngri fólkum, og enn hægri hjá monnum yvir 80 ár. Hví er tað so?
Vit tosa við Bergljót Hátún Madsen um, hvussu lív hennara broyttist, tá ið hon gjørdist eldri. Vit hoyra um, hvussu hon fann frið við at gerast eldri, og hvussu týdningarmikið tað er fyri hana at vera virkin og verða ein partur av einum felagsskapi.
Til fakliga sjónarmiðið greiðir Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur, frá, hvussu lívið broytist við árunum, og hví tað er týdningarmikið at seta sjóneykuna á sálarheilsuna hjá eldri fólki.
Vertir eru Anna Joensen-Næs og Bjørt Lind.
Vit nerta við happing
			<description>Í dag nerta vit við happing. Happing er eitt fyribrigdi sum stingur seg upp bæði millum børn, ung og eldri, men vit hoyra tó mest um happing millum børn og hvussu tað kann ávirka tað einstaka barnið.
Í triðja parti av Nert ikki við snakka vit við Rebecku Monju Jørgensen sum var illa happað í fólkaskúlanum. Vit hoyra um hvussu hetta hevur ávirkað hana og at tað m.a. gjørdi at hon nústaðni fekk fólkaskúlaprógv sum 22 ára gomul.
Eisini snakka vit við Biritu F. Kjærbæk, næstforkvinna í Starvsfelagnum, um teirra royndir við happing á arbeiðsplássinum, og hvussu tey handfara hetta.
Til tað fakliga sjónarmiðið greiðir sálarfrøðingur Katrin av Kák frá um happing, og hvussu vit skilja happing í dag í mun til fyrr.
Vit nerta við forelskilsi og hjartasorg
			<description>Í dag nerta vit við forelskilsi og hjartasorg og alt tað, ið fylgir við.
Vit tosa við Silju Dalfoss Kærbech og Jóan Paula Dahl Jacobsen, um teirra upplivingar við forelskilsi og hjartasorg.
Vit hoyra um alt frá tí fyrsta forelskilsinum og djúpu hjartasorgini, har ið ein kennir seg maktarsleysan, til hvussu ein túrur til Kýpros broytti alt fyri parlagið hjá Jóan Paula.
Til tað fakliga sjónarmiðið hava vit prátað við Kristinu á Løgmannsbø, parterapeut og sexolog, um, hvat forelskilsi og hjartasorg ger við okkum, hvussu tað kann ávirka okkara sálarheilsu og broyta okkum sum menniskju.
Vit nerta við hjúnaskilnað
			<description>Nýggja útvarpssendingin "Nert ikki við" snýr seg um at nema við evni, ið vit vanliga ikki nerta við innan fyri sálarheilsuøkið í Føroyum.
Í dag nerta vit við hjúnaskilnað, og alt tað, ið fylgir við hesi stóru broyting.
Vit tosa við Silju av Reyni Wennerström, hvørs foreldur fóru frá hvørjum øðrum, tá ið hon var smágenta. Vit hoyra, hvussu tað var at standa mitt í rokinum.
Síðani tosa vit við Hergeir Eldevig, sum fortelur, hvussu tað er at skiljast eftir nógv ár. Hvat gert tú tá við børnini?
Til tað fakliga sjónarmiðið hava vit prátað við Súsonnu Nordendal og Ejler Eysturtún, sum bæði koma frá Familjufyrisitingini.
Vertir eru Anna Joensen-Næs og Bjørt Lind.