|
|
- amr. spenningsfilmur frá 2020
Tá tann væleydnaði ítróttaumboðssmaðurin Derrick (Michael Ealy) hevur eitt heitt one-night-stand við ta flottu Val (Hilary Swank), fær tað álvarsligar avleiðingar. Val vísir seg nevniliga at vera løgreglukvinna við einari loyniligari ætlan. Derrick verður óviljaður ein liður í hennara kanning, og jú meira hann roynir at sleppa leysur, jú tættari verður netið spent um hann. Við familju, yrkisleið og lívi sínum í vanda má hann navigera í einum deyðiligum spæli av áliti og sviki.
Upprunaheiti: Fatale
Leikarar: Val Quinlan: Hilary Swank, Derrick Tyler: Michael Ealy og Rafe Grimes: Mike Colter.
Framleiðsluár: 2020
Aldursmark: 15 ár
|