- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kulfaktor Føroya

Við serstakari jarðfrøði, einum sera vøkrum fjørði og stórslidnum fjøllum og dølum er Tvøroyri, Trongisvágur og Froðba eitt hitt vakrasta økið í Føroyum, men við stóru íðnaðarútbyggingunum á havnalagnum á Tvøroyri er eitt stórt herligheitsvirði farið fyri skjeyti. Tað siga Nina Arge, arkitektur, ið eisini hevur eina eftirútbúgving innan býarskipan, og Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur við sergrein í býarskipan.
Og saman við Ninu og Sámali eru vit á ferð í Trongisvági og á Tvøroyri.
Eisini tosa vit við hjúnini Ceciliu Nolsøe Sørensen og Jens Róa Sørensen, Bjørg av Rana, Kristin Michelsen og Magna Mohr. Hugleiðingina Gkøgt er gestsins eyga eigur Lív Næs.
Tú kanst hoyra sendingina her!
