Kulfaktor Føroya

Kulfaktor Føroya, Klaksvík (4:7)
12-12-2023
Nógv er hent í miðbýnum í Klaksvík seinastu 10 árini ella so. Men hevur spírandi miðbýurin kulfaktor? Vit eru á rannsóknarferð saman við Ninu Arge og Sámali Matras Kristiansen

- Húkurin er ikki einasta ímyndin av Klaksvík!

Tað sigur Sámal Matras Kristiansen nú nýggi miðbýurin í Klaksvík í størri og størri mun tekur skap, samstundis sum Klaksvík nú er vorðin ein modernaður tænastubýur.

Og vit eru á ferð í Klaksvík saman við Sámali Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingi við sergrein í býarskipan, og Ninu Arge, sum er arkitektur og eftirútbúgvin í býarskipan.

 

Kósin røtt, løgin atkoma

Bæði eru á einum máli um, at kósin í miðbýnum er hin rætta, og at vónandi verður hildið fram við at menna miðbýin.

Men Nina undrast á atkomuna til Klaksvík. Fyri Norðoyatunnilin var tað ein vakur siglingartúrur til Klaksvíkar, meðan tú nú kemur inn gjøgnum bakdyrnar og eitt heldur tilvildarligt vinnu- og handilsøki.

Samstundis saknar Nina eina greiðari atkomu, tá ið tú skalt finna miðbýin.

 

Vágin størsta aktivið

Vit vitja eisini í nýggja róðrarneystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, har ið vit hitta forkvinnuna, Sonju Kjølbro.

Og samstundis nema bæði Nina og Sámal við týdningin av teimum bláu økjunum, ið eru sjógvur og sjóvarmáli.

Eitt nú sigur Sámal, at størsta aktivið í Klaksvík er vágin, og at tað í størri mun eigur at verða bygt fram við vágni, og tá er talan um íbúðir og ymiskt tænastuvirksemi.

 

Trivnaðarkanning og Varpið

Í samrøðuni við Karl Johansen, borgarstjóra, verður eitt nú nomið við trivnaðarkanningina, ið Klaksvíkar kommuna hevur gjørt, og hvørjar umstøður kunnu verða betri.

Vit vitja eisini nýggja mentanarhúsið, Varpið, har ið vit hitta forkvinnuna í stýrinum, Jóhonnu Christiansen, og stjóran, Annfinn Heinesen. Og bæði eru tey á einum máli um, at Varpið kann fáa stóran týdning fyri býin.

Gløgt er gestsins eyga er táttur, har ið ein tilflytari skrivar og lesur eina hugleiðing, ið viðkomandi hevur skrivað. Og hesa ferð er tað Jónleif Johannesen, ið er úr Dali og búsitandi í Klaksvík, ið fær høvið.

Tú kanst hoyra Kulfaktor sendingina her!

Kulfaktor Føroya

Í hesari røðini leita vit eftir kul faktorum um landið: Hvat skapar og eyðkennir tann góða býin og tað góðu bygdina? Er tað ymiskt alt eftir hvar í landinum vit eru? Hvussu mennir tú tað góða staðið? Og eru nakrir felagsnevnarar galdandi uttan mun til bústað og persónliga áskoðan? Og hvørjir kul-faktorar gera seg galdandi, tá ið ein bygd ella ein býur fær góð skoðsmál, og hvønn týdning hevur tað - bæði fyri bygdina/býin, og tey, sum búgva har? Hesir eru nakrir av spurningunum, ið vit viðgera í sendingini. Lagt til rættis: Gunnar Nolsøe
Vit taka saman um sendirøðina, meta um týdningin av sosialum miðlum, og hyggja nærri at spurnarkanningini
09-01-2024
Vestmanna er ein vøkur bygd við nógvum møguleikum
28-12-2023
Nógvir møguleikar eru á Tvøroyri, hóast eitt stórt herligheitsvirði er farið fyri skjeyti
19-12-2023
Nógv er hent í miðbýnum í Klaksvík seinastu 10 árini ella so. Men hevur spírandi miðbýurin kulfaktor? Vit eru á rannsóknarferð saman við Ninu Arge og Sámali Matras Kristiansen
12-12-2023
Hvørjar dygdir hevur Nólsoy? Og hvat halda fólk í Føroyum eyðkennir bygdina?
05-12-2023
Hvat halda fólk í Føroyum eyðkennir Runavík, Saltangará og Glyvrar, tá ið hetta verður sett í ein topp 11 hittlista?
28-11-2023
Hví gerast nøkur støð kul og onnur ikki? Í hesari sendirøðina fregnast vit um kul faktorar um landið
21-11-2023