- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kulfaktor Føroya

Vit eru á ferð í Nólsoy saman við Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingi við sergrein í býarskipan, og Ninu Arge, ið er arkitektur og hevur eftirútbúgvin innan býarskipan.
Í sendingini nema tey við týdningin av at bilar ikki hava verið í bygdini so leingi, og at bygdin tí hevur mongu livandi, hugnaliga og fjálgu uttandura bygdarúmini.
Handilin í Nólsoy hevur sera stóran týdning fyri trivnaðin, sigur Hervør Hansen, sum hevur rikið handilin í Nólsoy, "Matvørubúðin", í mong ár.
Uttanfyri handilin hittu vit Leif Hansen, sum eitt nú nemur við sosiala lívið í bygdini.
Ein hin størsti kulfaktorurin í Nólsoy hevur óiva verið Ove Joensen, sum einsamallur róði úr Føroyum til Danmarkar í 1986. Og nú fær Ove Joensen sítt egna savn í Nólsoy.
Saman við Nicolaj Falck skifta vit orð um hetta og ymiskt annað.
Vit vitjaðu eisini á Látrinum, ið er dagstovnurin í Nólsoy, har ið vit hittu leiðaran, Maud Wang Hansen, og námsfrøðingin, Masaab Bin Shahzad, ið kemur frá Keypmannahavn.
Nólsoy kann lýsast sum tað staðið, har ið markið millum hipstaran og bygdafrellið hvørvur, heldur Maud.
Og vit fingu eisini orð á fýra fitt børn, ið siga sína hugsan um kulfaktorin í bygdini.
Anja Hartmann Wardum, ið er leiðari á Kunningarstovuni í Nólsoy, er ættað úr Havn og búsitandi í Nólsoy.
Hon nemur eitt nú við Nólsoy sum ferðamál og um hvussu tað er at vera tilflytari í Nólsoy.

Kulfaktor Føroya
Í hesari røðini leita vit eftir kul faktorum um landið: Hvat skapar og eyðkennir tann góða býin og tað góðu bygdina? Er tað ymiskt alt eftir hvar í landinum vit eru? Hvussu mennir tú tað góða staðið? Og eru nakrir felagsnevnarar galdandi uttan mun til bústað og persónliga áskoðan? Og hvørjir kul-faktorar gera seg galdandi, tá ið ein bygd ella ein býur fær góð skoðsmál, og hvønn týdning hevur tað - bæði fyri bygdina/býin, og tey, sum búgva har?
Hesir eru nakrir av spurningunum, ið vit viðgera í sendingini.
Lagt til rættis: Gunnar Nolsøe





