- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kulfaktor Føroya

Í hesari Kulfaktor Føroya sendingini vitja vit í Runavík, og tá er tað Runavík, Saltangará og Glyvrar undir einum.
Við á vitjanini eru Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingi við sergrein í býarskipan, og Ninu Arge, arkitekti, ið harumframt hevur eina eftirútbúgving innan býarskipan.
Í sendingini verður nomið við Runavík í dag og framyvir, og eitt nú hvørjir møguleikar og avbjóðingar eru fyri framman.
Eisini verður tosað við Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu, og Maritu Debess Magnussen, ið er stjóri á granskingarstovuni Thetis, ið flutti til Saltangará í august.
Gløgt er gestsins eyga er táttur, har ið ein tilflytari í hvørjari sending setur orð á hvussu viðkomandi hevur upplivað at flyta til eitt ávíst stað.
Hesuferð er tað Tóta Árnadóttir, sum er flutt úr Havn til Saltangará.
