- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kulfaktor Føroya

Hvat skapar og eyðkennir tann góða býin og tað góðu bygdina? Er tað ymiskt alt eftir hvar í landinum tú býr? Hvussu mennir tú tað góða staðið? Og eru nakrir felagsnevnarir galdandi uttan mun til bústað og persónliga áskoðan? Og hvørjir kul-faktorar gera seg galdandi, tá ið ein bygd ella ein býur fær góð skoðsmál, og hvønn týdning hevur tað - bæði fyri bygdina/býin, og tey, sum búgva har?
Hesir eru høvuðsspurningarnir, ið vit fara at viðgera og umrøða í hesari stuttrøðini - Kul faktor Føroya, ið telur sjey sendingar, og har vit vitja í fimm bygdum og býum í Føroyum.
Í hesari fyrstu sendingini útgreina Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur við sergrein í býarplanlegging, og Nina Arge, arkitektur, ið eisini hevur nomið sær eftirútbúgving innan býarskipan, ymisk viðurskifti, ið kunnu gera sítt til at tryggja eitt gott stað at búgva og vera í - ella tað øvugta.
Vit vitja eisini hjúnini Katrin og Ólav Gregersen í Syðrugøtu, har ið vit skifta orð um eitt nú hvønn týdning Grót, G! Festivalur, Tøting og eldsálirnar hava havt fyri kulfaktorin í Gøtu.
Og hvat merkir tað at so vera kul?
At vera kul í týdninginum í hesari sendirøðini, merkir eitt nú at talan er um ein áhugaverdan, hendingaríkan og fjølbroyttan bý ella bygd - stutt sagt, at talan er um eitt gott og spennandi stað at vera og búgva í.
