- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hin rusuti
So er komið upp um 5000 metra hædd, og alsamt fleiri heit pløgg verða tikin úr taskunum at lata seg í. Hin rusuti byrjar morgunin í toppformi; men endar dagin útlúgvaður. Hann hevur gloymt at drekka neyðugu vætuna. Verri er, at hin rusuti liggur í andvekri alla náttina orsakað av nógva vindinum. Sum steinur oman á byrðu hevur hin rusuti gloymt vøttirnar eftir. Ein uggi er, at nú sæst fjallatoppurin.
Hin rusuti
Jens Jákup Hansen er hin rusuti. Jens Jákup hevur ADHD og trupult við vera í friði. Truplir túrar og avbjóðingar eru sum heilivágur. Fyri at varpa ljós á ADHD hevur hann átakið "Hin Rusuti" sum við filmum, fyrilestrum og skriving á sosialum miðlum skal fremja tilvit um ADHD. Nýggjasta røðin í tíggju partum lýsir ferðina upp á Aconcagua, hægsta fjall í Amerika.