Tólv føroysk finalupláss í svimjing

bannari
Tólv føroysk finalupláss í svimjing
Føroysku svimjararnir svumu seg fyrrapartin til 12 oyggjaleikafinalupláss. Finalurnar verða í kvøld klokkan seks
Upphiting: fleiri føroyskir svimjarar skul svimja finalur seinni
Mynd: svimjing.com  
 
10.07.2023 - 11:58

Føroysku svimjararnir skulu svimja í 12 finalum á Oyggjaleikum i kvøld, skrivar svimjing.com.

Fyrstu innleiðandi kappingarnar vórðu fyrrapartin, og tað eydnaðist teimum flestu av føroyingunum av koma í finalur.

Góðar vónir eru til Líggjas Joensen og Heina Mohr Askham, sum hava bestu og næstbestu tíð av øllum. Í 400 blandað eru Eyðrið Mortensen og Jóhanna Ólavsdóttir í finaluni við næstbestu og fimtbestu tíð. 

Isak Brisenfeldt skal royna seg í 200 firvald, meðan Jóhanna Ólavsdóttir er í finaluni í 100 firvald. 

Róland Toftum og Bartal Erlingsson Eidesgaard eru í finaluni í 100 bringu við trið- og fimtbestu tíð, meðan Lea Osberg Højsted skal svimja um heiðursmerki í 50 bringu.

Føroysk umboðan er í 200 frí av Alisu Bech Vestergård, sum hevði fjórbestu tíðina innleiðandi. 

Eisini eru føroysku stafettirnar í finalum. Menninir í 4 ferðir 50 blandað og kvinnurnar í 4 ferðir 50 frí. Bæði menn og kvinnur fingu sættbestu tíð innleiðandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959