- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biltúrurin

Talan er um annað skeiðið við Biltúrum í útvarpinum og fyri fyrstu ferð verður koyrt í Sandoynni. Hanna á Reynatúgvu á Sandi greiðir frá samfelagnum í dag, bjartskygninum millum manna og í oynni, men eisini hoyra vit um forn viðurskifti, mentan, og vøkru náttúruna.

Biltúrurin
Biltúrurin er eitt øðrvísi slag av túri. Hesin túrurin verður ikki gingin, men koyrdur saman einum fólki, ið hevur hug at tosa um sín heimstað og sítt lív.
Í ellivu sendingum gevur Jákup Magnussen okkum møguleikan at hoyra áhugaverd fólk úr fleiri oyggjum siga frá. Innihaldsliga verða fleiri av 'Biltúrurum' rættiliga søguligir, meðan aðrir bjóða prát um nútíðina, mentanina, listina, ella tankar um lívið.











