- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biltúrurin

Eisini hetta summarið koyra vit mánadagar kl. 17.05 biltúr og práta. Gestirnir hava allir tilknýti til umhvørvið har koyrt verður, tó ein túrur verður ein ferð úr Havn til Klaksvíkar. Vitjað verður í fleiri oyggum og byrjað verður í dag í Vágum. Holgar Jacobsen sigur frá gleðiligum løtum, døprum hendingum, tónleiki, og vakrari náttúru. Tvey av hansara løgum verða eisini at hoyra í sendingini.

Biltúrurin
Biltúrurin er eitt øðrvísi slag av túri. Hesin túrurin verður ikki gingin, men koyrdur saman einum fólki, ið hevur hug at tosa um sín heimstað og sítt lív.
Í ellivu sendingum gevur Jákup Magnussen okkum møguleikan at hoyra áhugaverd fólk úr fleiri oyggjum siga frá. Innihaldsliga verða fleiri av 'Biltúrurum' rættiliga søguligir, meðan aðrir bjóða prát um nútíðina, mentanina, listina, ella tankar um lívið.