- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biltúrurin

Í summarskránni hjá KVF verður útvarpssendingin, 'Biltúrurin', sendur mánadagar klokkan 17.05 - umframt endursendingar. Talan er veruliga um ein biltúr í ein lítlan tíma, har verturin hevur gest við at siga frá heimstaði sínum.
Samanumtikið fyri alt skeiðið við Biltúrinum, sum varir í tíggju vikur, eru høvuðsevnini: søga, nútíðin, list, filmur, tónleikur, mentan í breiðari merking, sjálvsinnlit, ítróttur, og viðmerkingar til ymiskt, sum gestur og vertur síggja á leiðini.
Sent verður frá 3. juli til 4. september 2023. Fimm kvinnur og fimm menn fara at geva okkum innlit í heimstaðin og seg sjálvan.

Biltúrurin
Biltúrurin er eitt øðrvísi slag av túri. Hesin túrurin verður ikki gingin, men koyrdur saman einum fólki, ið hevur hug at tosa um sín heimstað og sítt lív.
Í ellivu sendingum gevur Jákup Magnussen okkum møguleikan at hoyra áhugaverd fólk úr fleiri oyggjum siga frá. Innihaldsliga verða fleiri av 'Biltúrurum' rættiliga søguligir, meðan aðrir bjóða prát um nútíðina, mentanina, listina, ella tankar um lívið.