- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hallur Holm heimsmeistari
Føroyski rennarin Hallur Holm stóð seg væl í aldursbólkinum 55+, tá hann gjáranáttina kom á mál í heimsmeistaraheitinum í 24 tíma renning í taivanska høvuðsstaðnum, Taipei.
Eftir 24 tíma rennikappingina gjørdist greitt, at føroyski rennarin, Hallur Holm, ikki gjørdist nummar tvey, menn vann kappingina í sínum aldursbólki.
Hann var harvið kosin sum heimsmeistari í kappingini í sínum aldursbólki, tí spaniólin, sum var framman fyri hann, luttók í eini aðrari kapping, ið var samstundis. Hesin var tí ikki formliga teknaður til heimsmeistarakappingina, sum føroyingurin luttók í.
Í samlaðu kappingini gjørdist Hallur Holm nummar 37, eftir at hava runnið 233,3 kilometrar upp á 24 tímar.
Tak niður
Sí eisini