Lundastovnurin í framgongd

Lundastovnurin í framgongd
Í fleiri ár hava ferðafólk ikki havt atgongd út í hólmin í Mykinesi, og tað er helst ein orsøk til positivu gongdina, sigur Jón Aldará, lívfrøðingur
28.08.2026 - 19:24

Í okkurt um fimtan ár er fuglateljing farin fram í Mykinesi, og gongdin vísir, at lundastovnurin er í framgongd. 

Men soleiðis hevur tað ikki altíð verið, sigur Jón Aldará, lívfrøðingur á Tjóðsavninum.

Sambært honum hevur stovnsstøddin sveiggjað nakað. Ta fyrstu tíðina sá svart út, men seinastu tíðina hava vit altso sæð tølini kvinka uppeftir, og sum heild sær betri út nú enn árini frammanundan.

- Tað er trupult at siga hví, men tað kann millum annað hava tilknýti til tað æti, sum fuglurin hevur á sjónum. 

Eisini færri fólk á hólminum kann hava sína ávirkan, sigur Jón Aldará. Tí í fleiri ár hava ferðafólk ikki havt atgongd út á hólmin, og tað kann hava gjørt sítt fyri positivu gongdina.

- Tað hjálpir lundanum í ein ávísan mun at sleppa inn í holurnar og fáa frið at reiðrast.

Men hóast stovnurin hevur viðferð sum er, so er tað ov tíðliga at gleða seg, spyrt tú Jón Aldará.

- Fyri nøkrum ára tíggjum síðan, og kanska serliga afturi í fimti og seksti árunum, tá var ein stórur hópur av lundi her úti, og tað er tað so avgjørt ikki nú.

So um gongdin er vend, tað er ov tíðliga at siga, sigur Jón Aldará.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391