Ringt at finna avloysaraskip til Suðuroyarleiðina

Ringt at finna avloysaraskip til Suðuroyarleiðina
Tað hastar at finna eina loysn, nú Smyril eldist og einki avloysaraskip er at líta á longur. Men tað er lættari sagt enn gjørt
21.08.2026 - 19:21

Ein avloysari til Suðuroyarleiðina skal finnast, nú Smyril eldist og Galaxy fór í søguna.

Men tað vísir seg ikki at vera lætt. 

Marknaðurin er avmarkaður, og tað er tíðin til at finna eitt hóskandi skip eisini. 

Sum er, skal Smyril á dokk triðja hvørt ár, og tað merkir, at næstuferð er í 2028. 

Og tá skulu nakrar umfatandi umvælingar gerast, tí hóast nýggj støðulýsing av Smyrli vísir á eitt skip, sum heldur í góð tíggju ár aftrat, er tað bert galdandi, um skipið verður hildið árini frameftir. 

Tað snýr seg millum annað um høvuðsmotorarnar, sum skulu skiftast, men eisini køliskipanin, útstoytið og bildekkið krevja umvælingar.

Men fyri at tað kann gerast, má eitt annað skip taka yvir Suðuroyarleiðini í eina tíð. 

Tí er tann endaliga tíðarfreistin, sambært stjóranum í Strandfaraskipum Landsins, um at nærkast, tá Smyril í 2028 skal í dokk næstuferð.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391