Vitlíki skapar avbjóðingar innan miðnám

Vitlíki skapar avbjóðingar innan miðnám
Siðbundna eftirmetingin av skrivligum innlatingum riggar ikki longur og relatiónin millum lærara og næming er undir trýsti, sigur rektari á miðnámi
03.07.2026 - 19:24

Nýklaktu pisurnar í ár eru tær fyrstu sum hava tikið miðnámsútbúgving har vitlíki hevur verið alment atkomilit ígjøgnum alla skúlagongdina. 

Næmingar hava fingið ein hjálpara, sum hjálpir teimum at skriva, og tað er ikki víst at næmingurin skilur tað sum hann skrivar í innlatingar, sigur Christian Joensen, virkandi rektari á Miðnámsskúlanum í Kambsdali.

Verandi miðnámsskúlaskipan frá 2013, við eftirmetingum av skrivligum uppgávum riggar ikki longur, sigur rektarin. Hann heldur, at vit eiga at fara til málsligar eftirmetingar í staðin, tí so kunnu næmingar prógva at teir skilja tað teir hava skrivað. 

Christian Joensen heldur eisini at støðan kann skapa eina keðiliga relatión millum lærarar og næmingar.

 

 


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659