Eiði legði sjógv til fyrstu ferð

Eiði legði sjógv til fyrstu ferð
Eiði hýsti kapping í kappróðri fyri fyrstu ferð, tá seinnu Ódnartøkini vitjaðu. Tað hevur stóran týdning, heldur forkvinnan, sum letur væl at støðuni í unga felagnum
Jan Herman Hansen/RSF
Eiðis Kappróðrarfelag hevur fýra manningar við í summar. Tvær hjá børnunum og tvær hjá teimum vaksnu
19.05.2026 - 15:48

Fyri fyrstu ferð yvirhøvur var kapping í kappróðri á Eiði. 

Tað hendi, tá seinnu Ódnartøkini vóru um vikuskiftið, og forkvinnan í Eiðis Kappróðrarfelag, Guðrun Ellingsgaard, heldur, at tað hevur týdning fyri unga felagið og bygdina sum heild.

 - Vit halda, at tað hevur sera stóran týdning at fáa eina nýggja ítróttagrein, so tað ikki bara er fótbóltur og hondbóltur, segði forkvinnan.

Fimm ára gamla felagið hevur tað gott og luttekur í kappróðrinum við tveimum FM-manningum og tveimum barnamanningum í summar.

 - Sjálvandi høvdu vit vilja havt Risan (8-mannafar) ella Hvalin (6-mannafar, menn) við, men tað lá ikki fyri í ár, men vit vóna, at teir koma við aftur komandi ár og kanska konufólk eisini, segði Guðrun Ellingsgaard.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458