VIDEO: Handan tjaldið í Ragnarrokk

VIDEO: Handan tjaldið í Ragnarrokk
Herfyri hitti Ragnar A. Jacobsen oddamannin í amerikanska tungmálsbólkinum Sevendust, Lajon Witherspoon. Samrøðan bleiv eisini filmað. Kom við handan tjaldið í Ragnarrokk
Ragnar A. Jacobsen, vertur í Ragnarrokk, og Lajon Witherspoon, oddamaður í amerikanska tungmálsbólkinum Sevendust
15.05.2026 - 20:19

Hvørt hóskvøld tosar Ragnar A. Jacobsen við rokkstjørnur úr øllum heiminum í sendingini Ragnarrokk í útvarpinum. 

Herfyri hitti Ragnar oddamannin í kenda amerikanska tungmálsbólkinum Sevendust, Lajon Witherspoon. 

Hetta var í samband við eina konsert hjá Sevendust í Oslo í januar.

Høvið fyri samrøðuni var nýggja plátan hjá Sevendust, "One", ið bleiv útgivin 1. mai, og sum er tann 15. í pláturøðini hjá bólkinum. 

Samrøðan við Lajon Witherspoon bleiv eisini filmað, og tað gevur okkum eitt innlit í ótroyttiliga arbeiðið hjá Ragnari A. Jacobsen við at varpa ljós á rokk- og tungmálmstónleik. 

 

Hvat: Ragnarrokk
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Hóskvøld kl. 21, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762