Kapping trýstir prísin

Kapping trýstir prísin
Í somu løtu sum flutningsfelagið Sp/F Thomsen í Hvalvík keypti sær tangabil til gassolju, fall listaprísurin hjá gomlu veitarunum
13.05.2026 - 09:00

Kostnaðarstigið er høgt í Føroyum, men verulig kapping kann trýsta prísin niður og ávirka brúkaraatferðina.

Í somu løtu, sum tíðindini í fjør summar bórust um, at flutningsfelagið Sp/F Thomsen í Hvalvík hevði keypt sær ein tangabil og ætlaði at selja gassolju til húsarhaldini, fall listaprísurin hjá teimum báðum gomlu, stóru veitarunum, Effo og Magn.

Tó ikki nóg mikið til, at tey heima hjá Gunnvá Akraberg Hansen í Miðtúni í eysturbýnum í Havn ivaðust í avgerðini um at skifta veitara.

Sí innslag í Degi og viku og samrøðu við Bjarna Dal-Christiansen, fulltrúa í Kappingareftirlitinum, sum var gestur í sjónvarpsstovuni.

 

 

 


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458