Sólorka minkar útlátið hjá Reyða Krossi

Sólorka minkar útlátið hjá Reyða Krossi
Sjálvt í myrkastu tíðum hava sólfatur á tekjuni minkað um útlátið við trimum tonsum, sigur dagligi leiðarin
11.05.2026 - 19:25

Í hálvt ár hevur bygningurin hjá Reyða Krossi á Stiðjagøtu Havn fingið orku við at hava sólfatur, sólpanel, á tekjuni. 

Hetta hevur minkað um útlátið við góðum trimum tonsum, sjálvt í teimum myrkastu mánaðunum.

 

En munagóð loysn

Tað var í november í fjør, at Reyði Krossur tók stigið at seta sólfatur á tekjuna. 

Og av tí, at tað hevur rigga so mikið væl sjálvt í vetrarmánaðunum, er Sigrið Zachariasen, dagligur leiðari í Reyða Krossi, spent at vita, hvat vár- og summarmánaðirnir hava at bjóða.

 

Tørvurin er sjónligur

Sum hjálparfelagsskapur veitir Reyði Krossur stuðul og hjálp úti í heimi. 

Í nógvum førum eru veðurlagsbroytingar, sum hava við sær vatnflóðir og oyðilegging.

Og tá tørvurin at minka um útlátið gerst so mikið sjónligur í arbeiðnum, er tað ógviliga natúrligt at hugsa um grøna orku, sigur Sigrið Zachariasen.

 

Ein dýr íløga

Tað er ikki ein lítil tekja, sum nú er dekkað við sólaftur.

Og hetta speglast í prísinum, sum fer upp um nakrar 100.000 krónur.

Hóast tað sambært Sigrið Zachariasen er ov tíðliga at siga, hvussu nógv verður spart, er hetta ein fíggjarliga munagóð loysn.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762