Spenta støðan úti í heimi ávirkar føroyskt vinnulív

Spenta støðan úti í heimi ávirkar føroyskt vinnulív
Óstøðugur oljuflutningur og ófriður í Miðeystri merkist um allan heimin, eisini í Føroyum
17.04.2026 - 19:27

Stríðið í Miðeystri og stongsulin av Hormuzsundinum hevur havt stórar avleiðingar fyri búskap og vinnulív.

Vit hava sæð himmalhøgar príshækkingar, og gongdin sær ikki út til at venda enn.

Hetta merkist ikki bara út í heimi. Eisini føroyskar fyritøkur stúra fyri, hvat hetta í ringasta føri kan hava við sær. 

 

Eingin sleppur undan høgu oljuprísunum

Føroyingar innflyta ein stóran part av tilfari og vørum, og tí eru helst allar fyritøkur á onkran hátt ávirkaðar av støðuni. 

Soleiðis sigur Sjúrður Olsen, stjóri í Bygma Balslev. Hann merkir serliga, at høgu oljuprísirnir ávirka fraktina á tí, sum byggifyritøkan flytir inn í landið.

Men so er tað eisini nakað av tilfari, sum til dømis flamingo, ið lutvíst verður framleitt við olju, og sum longu er farið upp við 30 prosentstigum yvir tveir mánaðir. 

Og enn ein hækking fer at koma í juli eisini, sigur Sjúrður Olsen.

 

Kundarnir hava ikki ráð til síðst

Eisini í MBM Búrøkt merkist prsíhækkingin, serliga á tøðnum, sum fyritøkan selir til stórar og lítlar kundar. 

Higartil er hvørt kilo farið upp við 80 oyrum, og hetta er ein stór príshækking, sigur Tony Weyhe, stjóri í MBM. 

Í MBM hevur mann tryggjað sær tøð til summarið. Men um heimsstøðan versnar nærsta árið, so fer tað at seta síni spor. 

Í ringasti føri fara fleiri príshækkingar at síggjast, og í síðsta enda kann tað gerast trupult hjá kundum at fylgja við. 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523