$elfie verður aftur at síggja í bestu senditíð

$elfie verður aftur at síggja í bestu senditíð
Alt fer av sporinum, tá ávirkarin PaulE av álvara kemur út í óføri
14.04.2026 - 11:01

Skemtirøðin $elfie er nú aftur á skíggjanum við nýggjari sesong. 

Vit halda fram har, sum seinasta sesong endaði. Eftir at Pauli gjørdist eitt kent andlit á netinum, hevur PaulE fingið fleiri fylgjarar og størri ambisjónir. Hann vil meira. Røkka longri. Gerast størri. Men spurningurin er, hvussu langt hann er til reiðar at fara og fyri hvønn prís?  

LES EISINI: $elfie – nýggj føroysk skemtirøð á veg 

Í nýggju sesongini fer hann undir samstørv og tekur av møguleikum, sum skjótt vísa seg at vera meira vandamiklir enn væntað. Hann siktar høgt, kanska ov høgt, og tá hann snávar, er fallið bæði hart og sjónligt. 

 
Hesa ferð skal PaulE millum annað halda ein fyrilestur fyri ungdóminum á Glasir.


Pauli skal framhaldandi fóta sær í nýggjari tilveru við hjúnaskilnaði, foreldraleikluti og einum gerandisdegi, har skermar og sosialir miðlar fylla meira enn nakrantíð. 

Tað, sum serliga eyðkennir hesa sesongina, er, at støðurnar, sum Pauli kemur í, gerast alsamt meira ógvusligar og skelkandi. Tað verður eisini varpað ljós á tær meira sárbæru avleiðingarnar av at deila sítt lív á sosialu miðlunum, og hvussu stóra skermnýtslan ávirkar okkum øll. 


Pauli og ekskonan skulu eisini til foreldrafund, har okkurt nýtt kemur undan kavi.


Fyrsti partur av fýra verður frumsýndur í sjónvarpinum og á heimasíðuni hjá Kringvarpinum fríggjakvøldið 17. apríl beint eftir Dag og viku. 

Longu nú ber til at fylgja PaulE á Instagram-vanganum @selfiepaule, og síggja fyrstu sesong av $elfie.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523