- Vit høvdu ætlað okkum meir

- Vit høvdu ætlað okkum meir
Birita Ryan var eitt sindur vónbrotin av, at tað ikki eydnaðist landsliðnum at bjóða meir av ímóti Grikkalandi, sum vann 3-2 á Tórsvølli í HM-undankappingini
14.04.2026 - 21:14

Á máltalvuni var bert eitt mál á muni, tá dómarin bríkslaði seinastu ferð í HM-undankappingardystinum millum Førroyar og Grikkaland á Tórsvølli.

Útiliðið vann 3-2 eftir at Ásla Johannesen hevði javnað til 1-1 í fyrra hálvleiki og Birita Ryan hevði minkað um munin í allarseinastu løtu, men veruleikin var, at Grikkaland hevði uppiborið sigurin.

Tað viðgekk Birita Ryan eisini eftir dystin, og hon var eitt sindur vónbrotin av, at tað ikki eydnaðist at bjóða grikkum av eitt sindur meir.

 - Vit høvdu ætlað at gjørt okkurt meir, nú tær komu til Føroyar, og tá vit spældu ímóti teimum úti, fingu vit eisini kensluna av, at vit gott kundu fingið meir burturúr, segði Birita Ryan, sum vísti til 2-0 tapið á Kreta, tá Føroyar høvdu nakrar góðar kjansir at javna.

Á Tórsvølli var effektiviteturin í topp. Føroyar høvdu í roynd og veru bert tríggjar kjansir. Tann fyrsta setti Ásla Johannesen hegnisliga inn við handaru stong, og síðan var Jensa Tórálvsdóttir nær við upp á skot úr langari fjarðstøðu. Tá bjargaði málverjin til horna, sum Birita Ryan skallaði kontant í netið.

Tá hevði Grikkaland tíverri trý mál, og heimaliðið hevði ikki tíð til eitt álop afturat.

 - Tað er ein partur av okkara dystarætlan, at vit fáa útnyttað tær støðurnar, sum vit koma í. Í dag fingu vit tvær og útnyttaðu báðar til fulnar, men so snýr tað seg kanska meir um verjuspælið í hinum endanum, segði Birita Ryan.

Leygardagin spæla Føroyar seinna heimadystin í hesa undankappingini, tá Georgia vitjar á Tórsvølli. Kringvarpið sendir dystin beinleiðis í sjónvarpinum frá kl. 16.45.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523