BREDDIN: Tollut sjálvmál av Fólkaflokkinum

BREDDIN: Tollut sjálvmál av Fólkaflokkinum
"Tað er óheppið av Fólkaflokkinum, at leypa Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir um til ein landsstýrissess," heldur Hallur av Rana, stjórnmálafrøðingur og politiskur viðmerkjari
14.04.2026 - 13:15

ABC-samgongan bleiv viðgjørd í Breddanum fyrrapartin, eitt nú avgerðin at leypa Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir um, tá landsstýrisfólk skuldu tilnevnast. 

"Tað kemur ikki óvart á meg, at Fólkaflokkurin velur at senda tríggjar menn úti í landsstýrið," staðfesti Hallur av Rana, stjórnmálafrøðingur og politiskur viðmerkjari. 

"Men tað kemur óvart á meg, at Fólkaflokkurin ger tað, samstundis sum tað stendur í samgonguskjalinum, at tað skal arbeiðast fyri javnstøðu í øllum tættum av samfelagnum. Tað undirgrevur samgonguskjalið, at mann kemur sær til at skriva tað í samgonguskjalið, men so nakrar tímar seinni situr mann í tingmannabólkinum og tekur eina avgerð um, at ein kvinna ikki skal sleppa framat."

 

Ov nógv við tveimum klaksvíkingum

Kortini eru nokk fleiri orsøkir til, at tað eru Bárður á Lakjuni og Jacob Vestergaard, sum saman við Beini Johannesen, umboða Fólkaflokkin í landsstýrinum, heldur blaðstjórin á Norðlýsinum, Jóhann Lútzen. 

"Eg vænti, at Beinir Johannesen gjarna vil hava ein royndan politikkara við sær út í landsstýrið, og tí velur hann Jacob Vestergaard. Og so spælir tað landafrøðiliga nokk eisini inn. Kanska hevði tað verið ov nógv av tí góða við tveimum landsstýrisfólkum úr Klaksvík."

Hallur av Rana var skjótur at lofta útsøgnini og spurdi, um blaðstjórin á Norðlýsinum veruliga stóð og segði, at tað vera ov nógv við tveimum klaksvíkingum úti í landsstýrinum?

Allur Breddin kann hoyrast á KVF Ljóð. 

 

Hvat: Breddin
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Týs-, hós- og fríggjardagar kl. 10, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Stroyming: Breddin verður eisini stroymdur á KVF.fo

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523