Hávur beit aftur í dysti tvey

Hávur beit aftur í dysti tvey
Hamar hevði vunnið fyrsta dystin í finalurøðini um FM, men Hávur beit aftur á Argjahamri, og spældi seg til avgerandi dyst um FM í kurvabólti leygardagin
14.04.2026 - 10:00

Hávur hevði knívin á barkanum í dysti tvey ímóti Hamar í finalurøðini um føroyameistaraheitið í kurvabólti við monnum.

Tað var eyðsæð, at klaksvíkingarnir ikki ætlaðu sær at geva skarvin yvir, og væl stuðlaðir av harðmæltu viðhaldsfólkunum, gjørdu teir alt fyri at vinna á Argjahamri.

Tað var kortini Hamar, sum byrjaði best á var frammanfyri leingi. So líðandi minkaði munurin kortini, og í síðsta fjórðingi yvirhálaðu væl skjótandi hávarnir.

Hávur vann til endans 71-62, og tí skal FM-kappingin avgerast í dysti trý næsta leygardag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523