Tamarhald og kjansir á Tórsvølli

Tamarhald og kjansir á Tórsvølli
Føroysku fótbóltskvinnurnar skulu hava betri tamarhald á dystinum og skapa kjansir burturúr øllum, siga venjarar og spælarar undan HM-undankappingardystinum ímóti Grikkalandi
Jóhanna Thomsen/FSF
13.04.2026 - 20:42

Tað snýr seg um at hava tamarhald á dystinum og skapa kjansir upp á alt.

Tað siga venjarin hjá fótbóltslandsliðnum Pætur Smith Clementsen og álopssinnaði miðvallarin Sólja Ernstdóttir fyri HM-undankappingardystin ímóti Grikkalandi týsdagin.

Føroyar taptu 2-0 fyri grikkum í útidystinum fyrst í mars, men avrikið var somikið gott - serliga eftir steðgin, tá Føroyar høvdu stórar kjansir at javna - at tey bæði hava góðar vónir um gott úrslit hesa ferð, men tað kemur ikki av sær sjálvum.

 - So skal øgiliga nógv eydnast. Vit skulu verja ordiliga væl og halda teimum frá teimum stóru støðunum og kjansunum, og so skulu vit megna at hava bóltin meira og skapa kjansir, segði Pætur Smith Clementsen, tá Føroyar vandu seinnapartin mánadagin.

Tað er slíkt, sum føroyska liðið hevur brúkt nógva tíð upp á at vant í fyrireikingunum síðstu dagarnar.

 - Tað eru deyðbóltar, langir bóltar, tú veitst, innkøst. Vit skulu gera alt til ein møguleika, og so fáa tað besta burturúr, segði Sólja Ernstdóttir.

Kringvarpið sendir dystin beinleiðis í sjónvarpinum og byrjað verður klokkan 16.45.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523