Skúlin á Trøðni: Ein serlig rundferð

Skúlin á Trøðni: Ein serlig rundferð
Bára og Amalia vístu okkum runt og góvu okkum eitt betri innlit í gerandisdagin, nú okkara fyrsti og einasti serskúli fyllir 50 ár
10.04.2026 - 19:23

- At spæla við góðar vinir, tað er tað besta við Skúlanum á Trøðni. Tað halda næmingarnir Bára Ellevang og Amalia Arge, sum í dag vóru við til at hátíðarhalda, at skúlin fyllir 50 ár. 

Tær báðar eru vinkonur og fegnast um, at tað er bæði hugaligt og stuttligt á skúlanum.

- Eg havi gingið á einum øðrum skúla, men hesin er nógv betri, fortelur 13 ára gamla Bára. 

Ein týdningarmikil skúli 

Skúlin á Trøðni er fyrsti og einasti serskúli í Føroyum, tí er hesin føðingardagurin nakað serligt, sigur Fríðbjørg Hammer, sum er skúlastjóri. 

- Vit plagdu jú at senda tey av landinum, tí er breksøgan ikki eins long sum okkara skúlasøga, vísir hon á. 

Og tá mann byrjaði at hugsa um, at tey sjálvandi skuldu eiga sín leiklut í føroyska samfelagnum - og vit fingu tey heim aftur, so var tørvur á at gera ein skúla, leggur hon aftrat.

Tað bleiv sostatt til Skúlan á Trøðni, sum í dag hevur hátíðarhildið 50 ára føðingardag.

Skúlin hevur týdning fyri, at okkara samfelag kann vera so fjøllbroytt, sum tað er - og eigur at vera, sigur Fríðbjørg Hammer. 

 

 

Helena F. Jørmundsson, forkvinna í Javna, var gestur í sjónvarpsstovuni. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523