Vaksandi oljuprísir merkjast í vinnuni

Vaksandi oljuprísir merkjast í vinnuni
Oljuprísurin er nú tann hægsti síðan russisku innrásina í Ukraina í 2022, og tað merkist nú bæði í flutningsvinnuni og fiskivinnuni í Føroyum
10.03.2026 - 19:44

Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina. Á nýggjárinum kostaði ein tunna av ráolju umleið 60 dollarar, men seinastu dagarnar hevur prísurin verið um 100 dollarar fyri tunnuna.

Í føroysku flutningsvinnuni merkja tey høga oljuprísin.

- Bara fyrstu mánaðirnar í ár hava vit ein meirumkostnað upp á slakar 100 milliónir krónur, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, og tá tosa vit bæði um flutning á sjógvi og á landi.

Hækkandi oljuprísirnir merkjast eisini í fiskivinnuni, har nógv skip brúka stórar mongdir av brennievni.

Orsøkin til hækkandi oljuprísirnar er fyrst og fremst kríggið í Miðeystri. Eftir ísraelsk og amerikonsk álop á Iran, er skipaferðslan í Hormuz-sundinum í stóran mun steðgað. Sundið er eitt av heimsins týdningarmestu handilsleiðum fyri olju, og umleið 20 prosent av allari olju í heiminum fer ígjøgnum tað smala sundið, og tí hevur tað stóra ávirkan á prísin á olju.

Tá oljan gerst dýrari, hækkar tað eisini kostnaðurin fyri fiskivinnuna, og tað kann ávirka lønsemið í vinnuni.

- Oljan er ein lutfalsligur stórur partur av útreiðslunum. Hjá teimum skipabólkum, sum hava stóra oljunýtslu, er ein alsamt høgur oljuprísur steinur omaná byrðu, sigur Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. apríl
ABC Samgongan
207046
Týsdag 14. apríl
Morgunlestur týsdagur 14.apríl 2026
207021
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978