Undan steypafinalunum: VÍF kann ikki dúva so nógv upp á Fríðu Nolsøe Olsen

Undan steypafinalunum: VÍF kann ikki dúva so nógv upp á Fríðu Nolsøe Olsen
Fríða Nolsøe Olsen skeyt 13 mál í seinnu hálvfinaluni ímóti Neistanum, men VÍF kann ikki bert dúva upp á hana í steypafinaluni ímóti Kyndli, heldur Sjúrður Hildarson Hoydal
Kyndil er favorittur ímóti VÍF í steypafinaluni við kvinnum, heldur Sjúrður Hildarson Hoydal, sum vitjaði 3-2 mánakvøldið
16.02.2026 - 20:31

Bert fýra spælarar hjá VÍF skutu mál í seinnu hálvfinaluni ímóti Neistanum sunnudagin. 

Av teimum 25 málunum tilsamans skeyt bakspælarin Fríða Nolsøe Olsen heili 13. Av hesum vóru átta tey seinastu hjá heimaliðnum.

Sigast kann tí, at hon dróg vestmenningar í steypafinaluna, men VÍF kann ikki dúva eins nógv upp á skjúttan leygardagin ímóti Kyndli, heldur hondbóltsviðmerkjarin Sjúrður Hildarson Hoydal.

 - VÍF var fyrsta liðið, sum vísti, at Kyndil kann argast, tá tær spældu 30-30 í Vestmanna, og tað kunnu tær finna sín ugga í. Eg trúgvi, at VÍF skal raka eitt hægri stig, enn tær gjørdu ímóti Neistanum. Tær kunnu ikki dúva upp á, at Fríða skal skora átta mál á rað og draga tær allan vegin í land tá, segði Sjúrður Hildarson Hoydal í 3-2 mánakvøldið.

 

Mugu steðga Turið

Fyrsta fyritreyt, um VÍF skal steðga Kyndli, er at fáa bilbugt við Turið Arge Samuelsen. Bakkurin skeyt 25 mál tilsamans í hálvfinalunum ímóti H71, og hon skal haldast niðri, um vestmenningar skulu hava nakran kjans. Tað er kortini bara fyrsti partur av setninginum, helt hondbóltsviðmerkjarin.

 - Í hesum dystinum, sum endaði við javnleiki í Vestmanna, skoraði Turið eini tvey mál, og so kann tað hava sínar orsøkir. Tú má steðga Turið, men tað vísir seg, at tú kanst ikki bara royna at steðga Turið, tí har eru aðrar, sum taka yvir, og bóltarnir verða beindir aðrar leiðir. Millum annað inn til Bjartu, segði Sjúrður Hildarson Hoydal.

 


Turið Arge Samuelsen í gjøgnumbrotsroynd ímóti Brynju Høj og Neistanum í steypafinaluni í fjør, sum Kyndil vann. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Steypafinalurnar verða vístar beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. Byrjað verður at senda frá dystinum við kvinnum millum VÍF og Kyndil klokkan 16.30.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959