Dreymurin um bóndalívið

Dreymurin um bóndalívið
Unga parið, Brynhild Janusardóttir og Dánjal Jóhann Hansen, sum læra til neytabónda, sleppa sum tey fyrstu at vera í starvsvenjing á bóndagarði í Føroyum
Fotografur: Gestur Lómstein
05.02.2026 - 20:02

Yngra ættarliðið á Varmakeldugarðinum í Gøtudali ger seg til reiðar at festa garðin í framtíðini.

Brynhild Janusardóttir, dóttir festaran, hevur nevniliga ætlanir um at festa garðin einaferð saman við sjeikinum, Dánjali Jóhann Hansen.

Tey bæði eru á landbúnaðarskúla í Gråsten í Danmark, har tey læra til neytabónda.

Dreymurin hjá teimum var at hava starvsvenjingina í Føroyum, heldur enn í Danmark, sum annars er vanligt.

- Tað er so stórur munur millum føroyska og danska landbúnaðin, sigur Brynhild Janusardóttir.

Og fyri góðum tveimum vikum síðani byrjaði unga parið, Brynhild Janusardóttir og Dánjal Jóhann Hansen, sína starvsvenjing á garðinum, sum higartil er einasti føroyski bóndagarðurin, ið er góðkendur til starvsvenjing.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313