Arbeiðsbólkur ósamdur um vindmyllur

Arbeiðsbólkur ósamdur um vindmyllur
Hiddenfjord og Bakkafrost sleppa ikki enn at framleiða streym til egna nýtslu. Arbeiðsbólkurin, ið skuldi koma við tilmæli, hevur býtt seg í tvey, 3-3, og nú hendir einki
11.12.2025 - 19:28

Arbeiðsbólkurin er komin við hvør sínum tilmæli. Annar vil geva alifyritøkunum loyvi at seta upp vindmyllur, hin ikki. 

Laksaframleiðararnir eru nakrar av stóru fyritøkunum í Føroyum, sum í drúgva tíð hava arbeitt við at fáa meira grøna orku. Bæði Bakkafrost og Hiddenfjord hava ítøkiligar ætlanir.

Men stór politisk ósemja hevur verið, um orkukrevjandi vinnufyritøkur kunnu sleppa at seta upp orkuverk, til dømis vindmyllur.

 

3-3

Ein arbeiðsbólkur varð settur at koma við tilmæli, og 21. mai í ár komu tvey tilmæli. Tey hava tó ikki verið almennakunngjørd áður.
Men nú hevur Kringvarpið fingið innlit í málið.

Annar bólkurin, Hilmar Høgenni, Sigurð í Jákupsstovu og Ari Johanneson, sum øll vórðu tilmæld av landsstýrinum, mælir til, at fyritøkurnar sleppa at seta upp egnar vindmyllur til egna nýtslu, og at avlop frá framleiðsluverkunum kann leiðast inn á elnetið hjá SEV.

Hin bólkurin, Torbjørn Jacobsen, Bogi Bech Jensen og Hans Kári Vang, ið vóru tilmæld av Føroya Kommunufelag, mæla frá, at hesar fyritøkurnar fáa loyvi at seta vindmyllur upp til egna nýtslu.

Tað endaði sostatt á jøvnum 3-3. Og síðani er einki hent, og fyritøkurnar bíða enn eftir loyvi at sleppa at seta upp vindmyllur. 

 

Onga viðmerking

Kringvarpið hevur tosað við Hilmar Høgenni, ið var formaður í arbeiðsbólkinum, men hann hevur onga viðmerking. 

Fyritøkurnar kunnu seta upp sólorkuverk, men tað, sum tær siga, veruliga kann gera mun, eru vindmyllur, men sum nú er, sleppa tær ikki tað.

Hvat málið endar við er enn óvist.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497