Tann gloymdi kilometrurin í Trongisvági

Tann gloymdi kilometrurin í Trongisvági
Fólk í Trongisvági undrast á, at smala vegastrekkið millum plantasjuna og el-verkið, sum fýra milliónir krónur vórðu játtaðar til at breiðka í 2022, framvegis ikki er breiðkað
14.11.2025 - 19:18

Erolf Olsen býr í Trongisvági, í einum av fyrstu húsunum komið verður til, tá ið koyrt verður úr Hvalba.

Hann undrast, at vegurin framvegis ikki er breiðkaður, nú fýra ár seinni, sjálvt um pengar eru játtaðir.

- Tað líkist ongum, at pengarnir, ið eru játtaðir til hesa verkætlanina, eru brúktir aðrastaðni. Eg undirist, at tað ber til, sigur Erolf Olsen.

Tað verður ofta koyrt við nógvari ferð á smala strekkinum á Trongisvágsvegnum.  

Tá ið nýggi Hvalbiartunnilin kom í 2021, varð vegurin breiðkaður, men bara til plantasjuna.

Við ársenda 2021 játtaði fíggjarnevndin hjá løgtinginum 4 milliónir krónur til at breiðka tann smala Trongisvágsvegin. 

 

Játtanin brúkt í Eysturoynni

Tær fýra milliónirnar, ið vóru játtaðar til Trongisvágsvegin í 2022, hevur Landsverk ístaðin brúkt til Selatraðarvegin, Fuglafjarðarvegin og Funningsfjarðarvegin. 

- Landsverk gongur beint móti viljanum hjá løgtinginum. Tað sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.

Kristin Michelsen sat sjálvur í løgtingsins fíggjarnevnd í 2021, tá ið tær 4 milliónirnar vórðu játtaðar til Trongivágsvegin. 

Í fíggjarlógini sæst, at 327.000 krónur eru brúktar í 2022 til projektering, ráðgeving v.m. av Trongisvágsvegnum. Restin av teimum 4 milliónunum eru ístaðin játtaðar til aðrar verkætlanir hjá Landsverki í 2022. 

Soleiðis skivar Landsverk í brævi til Tvøroyarar kommunu 31. mars 2023:

"LV svara at tað allar mesta av hesum pengunum eru brúktir seinasta fíggjarár uppá ymiskar verkætlanir hvar peningurin kundi vera skynsamt umsettur. Nakrar av hesum verkætlanir eru Selatraðvegurin, Fuglafjaravegurin, Funningsfjaravegurin."

 

Støðlaðir pengar

Játtanin til Trongisvágsvegin varð annars støðlað, tað vil siga, at hon kundi flytast til næsta ár, um hon av einhvørjari orsøk ikki varð nýtt í árinum. Tað hevur Landsverk eisini sagt í einum svarskrivi til fíggjarnevndina 10. mars 2023. Men seinni er tað broytt, og nú stendur, at um ynski er at breiðka Trongisvágsvegin, mugu pengar játtast av nýggjum.

"Tá ið man sá at tað ikki var møguligt at gera arbeiðini í 2022, vóru pengarnir umraðfestir til arbeiðir í vóru í gongd. Um ynski er at gera omanfyrinevndu arbeiði, er tí neyðugt at játta pengar til tess."  ("II6: Svar frá Landsverki uppá spurningar frá nevndini")

Í sama skrivi til Tvøroyrar kommunu tann 31. mars 2023 hevur Dan Sofus Hofgaard, deildarleiðari í Infrakervi hjá Landsverki, skrivað soleiðis:

"Tí var tað ikki heilt rætt í Stjórin á Landsverk segði í Fíggjarnevndini viðv. hesum verkætlanum í Tvøroyrar kommunu. Grunda av hesum eru hesar rættingar nevndar í eitt svarskrivið ið er sent til Fíggjarnevndina. Hettar skriv eitur "II6: Svar frá Landsverki uppá spurningar frá nevndini"  og liggur í málsgongdini: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10273"

Kristin Michelsen vónar, at fíggjarnevndin nú av nýggjum fer at játta pengar at breiðka tann smala  Trongisvágsvegin.

 

Landsverk onga viðmerking

Kringvarpið ætlaði at spyrja Landsverk, hví játtanin til Trongisvágsvegin er nýtt aðrastaðni, men tað lá ikki fyri hjá Landsverki at vera við í dag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. desember
PLÁTUPANELIÐ #34 (1980)
201137
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Leygardag 6. desember
Upp á tá - 051225
201113
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067