Andrias ætlar sær til EM-endaspæl

Andrias ætlar sær til EM-endaspæl
Andrias Edmundsson var vónbrotin av 3-1 tapinum fyri Kroatia. - Men vit koma sterkt aftur, og vit ætla okkum til eitt EM-endaspæl, segði hávaksni miðverjin
14.11.2025 - 23:12

Andrias Edmundsson var vónbrotin eftir 3-1 tapið fyri Kroatia í Rijeka fríggjakvøldið.

 - Vit høvdu ætlað okkum væl meir enn tað, sum tað bleiv til í dag, segði verjuspælarin úr Wisla Plock, eftir at sterku kroatarnir høvdu køvt føroysku HM-vónina.

Géza Dávid Turi legði Føroyar framum, tá gott korter var spælt, men heimaliðið javnaði stutt eftir við skoti frá Josko Gvardiol. Kroatia setti ferðina upp eftir steðgin, tá Petar Musa og Nikola Vlasic tryggjaðu heimaliðnum sigurin.

 - Tað var ein øgiliga stuttlig løta, tá vit komu framum, og vit skaptu eitt sindur av kaos við okkara deyðbóltum og kundu kanska fingið eini tvey, trý mál afturat, men vit mugu viðganga, at vit spældu ímóti einum av bestu liðunum í heiminum, segði Andrias Edmundsson, sum lovaði, at farvuríku flætturnar ikki hvørva í bræði. Tað ger føroyska manslandsliðið heldur ikki.

 - Gamaní tapa vit í dag, men vit skulu ikki fara niður við høvdinum. Vit hava havt eitt fantastiskt landsliðsár, og nógvir hava havt nógva suksé í ár, so at tapa fyri Kroatia á útivølli er, hvat tað er, segði miðverjin.

 - Vit koma sterkt aftur, og vit ætla okkum til eitt EM-endaspæl

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162