H71 fintaði Kyndil í Hoyvík

H71 fintaði Kyndil í Hoyvík
H71 vann á Kyndli í toppdystinum í bestu mansdeildini. Dysturin í Hoyvík var javnur leingi, men síðsta korterið fór heimaliðið undan og liggur nú fremst í deildini
10.11.2025 - 18:43

Hoyvíkshøllin (Burn-deildin)

H71 - Kyndil, 34-31 (19-20)

Toppskjúttar H71: Jákup Egholm 10, Høgni Heinason 5, Brian Slyne 4, Boas Ellefsen á Skipagøtu 4

Toppskjúttar, Kyndil: William Skovsager 8, Høgni Klein Olsen 5, Erling Erlendsson 4, Ovi Lützen 4, Simon Højmark Petersen 4

 

H71 fór undan síðsta korterið

Nógv ferð var í frá byrjan í toppdystinum í bestu mansdeildini millum H71 og Kyndil. Skotini flugu um oyruni á málverjunum, og heili 39 mál komu fyri steðgin. Ferðin minkaði munandi í seinna hálvleiki, verjuspælið batnaði eisini, og tað vórðu hoyvíkingar, sum fóru undan síðsta korteri, og vunnu dystin. H71 er nú einsamalt fremst í Burn-deildini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659