"Hjá Langgard” ella “Hjá Mikkjal” letur aftur aftaná hálva øld

"Hjá Langgard” ella “Hjá Mikkjal” letur aftur aftaná hálva øld
Aftaná 52 ár eru nógvir døgurðar eru farnir um diskin í Kjøthandlinum í Klaksvík. Nú letur Kjøthandilin, sum Mikkjal Joensen læt upp á fyrsta sinni, aftur aftaná hálva øld.
08.09.2025 - 19:46

Í Klaksvík er vanligt at fara ein túr til Mikkjal ella Langgard - sum tað eitur í dag - í døgurðasteðginum.

Men hesar dagarnar hevur Óli Langgard, eigari av Kjøthandlinum í KIaksvík, serliga nógv at gera.

Hann hevur fyri kortum boðað frá, at hann letur aftur aftaná 52 ár.

Aftaná til samans 52 ár eru nógvir døgurðar farnir um diskin í Kjøthandlinum í Klaksvík.

Hann byrjaði í starvið hjá Mikkjali Joensen, sum tá átti Kjøthandilin, tá hann var 15 ára gamal.

Og nú hann er vorðin 67 ár, hevur hann gjørt av at takka fyri seg.

- Hetta er mítt hjartað, og tað hevur verið ein tung avgerð at taka, sigur hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337