U21-hondbóltur: Bjóða teimum bestu av

U21-hondbóltur: Bjóða teimum bestu av
Óli Mittún og Ísak Vedelsbøl eru størstu nøvnini á føroyska U21-hondbóltslandsliðnum, men hópurin er sterkur, væl samanspældur og ætlar at bjóða av ímóti teimum størstu til HM
16.06.2025 - 14:40

Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og Aleksandar Lacok eru longu A-landsliðsspælarar, men føroyski U21-landsliðshópurin eru bæði sterkur og væl samanspældur.

Fleiri profilar úr bestu føroysku deildini eru við - nevnast kunnu ársins spælari Høgni Heinason úr H71 og Trúgvi Hávardsson úr StÍF - og tí eru føroyingarnir ikki bangnir fyri at bjóða av ímóti teimum størstu til heimsmeistarkappingina í Póllandi, sum byrjar mikudagin.

 - Vit hava vunni á tjóðum sum Svøríki, Týsklandi og Frankaríki, so vit kunnu vinna á teimum flestu á einum góðum degi, sigur Óli Mittún, sum er lykilin í føroyska álopsspælinum.

 - Topp-átta, sigur venjarin Hjalti Mohr Jacobsen, tá hann verður spurdur um málið.

 - Tað hava vit prógvað, at vit kunnu klára.

 


Altjóða hondbóltssamgongan IHF hevur Óla Mittún "rising stars"-listanum undan HM-endaspælinum. Tað kemur ikki óvart á (Mynd: IHF).

 

Skulu hava góða byrjan ímóti makedónum

Føroyar skulu spæla ímóti Norðurmakedónia, Íslandi og Rumenia í bólkaspælinum. Øll evropeisk mótstøðulið, og Óli Mittún heldur, at lutakastið kundi verið betur. 

Norðurmakedónar bjóða av í fyrsta dystinum mikudagin, og tá ræður um at vera til reiðar frá byrjan ímóti einum liði, sum føroyingarnir ikki vita stórvegis um.

 - Tað hevur absolutt alt at siga. Vit hava ikki havt venjingardystir, sum øll hini hava, so tað kann vera eitt sindur tricky kanska, heldur Óli Mittún.

 - Eg ímyndi mær, at Norðurmakedónia og Ísland eru eitt sindur betri enn Rumenia, og vit skulu helst vinna tveir av hasum trimum dystunum, so dysturin ímóti Makedónia hevur ótrúliga stóran týdning, sigur Hjalti Mohr Jacobsen.

 

Føroyski HM-hópurin:

 

Málverjar
Torstein Sivertsen, H71
Aleksandar Lacok, TSV St. Otmar St. Gallen (Sveis)

Vinstri vengur
Sofus í Selvindi Nattestad, StÍF
Rói Seyer Hjaltason, H71

Høgri vengur
Niklas Gaard, Kyndil
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF

Strikur
Tóki Fríðriksson, KÍF
Eyðbjørn Heini Danielsen, VÍF
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (Svøríki)

Bakkar
Óli Mittún, GOG (Danmark)
Høgni Heinason, H71
Høgni Højsted, H71
Rókur Ziskason, H71
Búi D. Poulsen, Grindsted GIF (Danmark)
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Tróndur Johnsson, VÍF

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Sunnudag 6. juli
Og ein summardag (2:2)
194098
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076