- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tað kann vera brot á upphavsrættin at selja heimabundið ella heklað
Jórun Sofía Árnadóttir hevur fyri umleið tveimum árum síðani gjørt eitt mynstur og eitt skap til eina blusu, í sambandi við uppihald á háskúla fyri sniðgevar.
Stutt eftir at hon fór í holtur við at selja blusuna, byrjaðu onnur at herma og selja sínar útgávur av blusuni:
- Eg royni at finna uppá nýggj ting, men tað er ikki so motiverandi, tá eg veit at onnur bara kunnu gera tað sama og selja tað.
Tað ber væl til at binda ella hekla sær sjálvum klæðir eftir mynstri sum onnur hava sniðgivið, men tað er ikki lov at selja tey víðari, um sniðið er serstakt.
Tað sigur Jónas Tór Næs, advokatur. Hann vísir á upphavsrættin, sum varðveitir einarættindi hjá tí ið skapar serstakt verk, til at framleiða fyri at selja:
- Upphavsrætturin er galdandi frá tá verkið er skapt, og 70 ár eftir sniðgevin er deyður.
Hoyr samrøðurnar við Jórun Sofíu Árnadóttur og Jónas Tór Næs í innslagi í Degi og viku.