- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heidi upp á 96: Errin av dystarmetinum
Hedi Sevdal skrivaði føroyska fótbóltssøgu í Nations League-dystinum ímóti Slovakia á Tórsvølli.
Drúgvi framherjin úr Runavík rakk 96 A-landsdystum og eigur nú dystarmetið frammanfyri miðvallarkempuna Fróða Benjaminsen, sum spældi 95 ferðir fyri manslandsliðið.
- Tað er øgiliga stuttligt. Nú hevur verið øgiliga nógv snakk um, at Jóan Símun (Edmundsson, blaðm.) skuldi taka tað, og eg havi bara bíðað tolin, segði Heidi Sevdal í eyðkenda argandi lagnum.
- Nei tvætl, tað er stórt og ein øgiliga stór æra at hava kunna spælt so nógvar dystir.
Slovakia vann dystin 2-1 við málið seint í dystinum, sum tá var merktur av, at Sunniva Willemoes og Birita Ryan stoyttu høvdini saman eftir føroyskt horna og máttu báðar skiftast út.
Heidi Sevdal helt, at Føroyar saktans kundi fingið minst eitt stig at runda Nations League-kappingina av við.
- Um tú spyrt slovakar, høvdu tær nokk unt okkum eitt stig. Vit hava nógvar kjansir, og eg haldi, at vit eiga minst eitt stig í hesum dystinum. Men vit klára akkurát ikki at skora, og vit orka ikki líka væl at renna framvið ta síðstu løtuna, segði framherjin, sum í sínum 96 dystum hevur skotið 31 mál. Tað er eisini landsliðsmet.
Við sigrinum fingu slovakar 18 stig og flyta upp í deild B. Føroyar endaðu á 2. plássi við 10 stigum frammanfyri Moldova og Gibraltar.