70 sjálvboðin til arbeiðis til ársins fyrsta FM-róður

70 sjálvboðin til arbeiðis til ársins fyrsta FM-róður
Tað krevur nógv at skipa fyri einum FM-róðri. Á norðoyastevnu vóru umleið 70 sjálvboðin til arbeiðis fyri at fáa teir mongu róðrarnar avgreiddar
Jan Herman Hansen/RSF
02.06.2025 - 16:55

Stórur spenningur er altíð til norðoyastevnukappróðurin.

Hvørjir bátar eru nú teir skjótastu, og hvørjir eru nærmastu avbjóðararnir til føroyameistaraheitið í teimum ymsu bátastøddunum. 

Svarið upp á slíkar spurningar fæst á vágni á ársins fyrstu róðrarstevnu.

Men nógv krevst eisini, um alt skal ganga, sum tað skal. Áhugin er sera stórur - bert koronumerkta 2020 hevði fleiri bátar - og tí skulu vóru 70 sjálvboðin til arbeiðis fyri Klaksvíkar Róðrarfelag um vikuskiftið. 

 - Okkurt er rutina; vit gera tað hvørt ár, men tað er altíð avbjóðandi við øllum møguligum. Vit hava jú havt koronu, vit høvdu verkfall í fjør, í ár er tað regnið, men tað gongur alt við góðari hjálp, segði forkvinnan í Klaksvíkar Róðrarfelag, Sonja Ravnsfjall Kjølbro.

Sí innslagið frá norðoyastevnu omanfyri. (Mynd: Jan Herman Hansen)

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313